Trúarinnar felagsskapur frelsur og pliktar
Felagsskapur okkara við Jesus í trúnni frelsur og pliktar okkum. Tað er ein felagsskapur, har vit fáa lut í Guds stóru góðvild, men eisini ein felagsskapur, har vit skulu elska og líta á Gud og fylgja vegleiðing hansara fyri mannalívið. Tá ið vit liva í felagsskapinum við Guds son, inniber tað eisini at liva eftir Guds vilja bæði yvirfyri honum, okkum sjálvum og øðrum.
Tað snýr seg um at fylgja Guds vilja í tí ytra, altso borgarliga og samfelagsliga skilt, men eisini persónliga skilt.
Jesus lýsir tað við at siga, at Gud fyrst og fremst skal hava kærleika okkara, og at út úr kærleikanum til hansara skulu vit elska næsta okkara í sama mun, sum vit elska okkum sjálvi.
Tíggju boðini eru givin okkum sum dømi um hetta lýdnið á teimum týdningarmiklastu økjunum í lívi okkara.
Í trúarinnar felagsskapi við Gud og son hansara skylda vi sostatt Gudi lýdni. At vera kristin er at velja síðu, er at hava Kristus sum harra í øllum lívi sínum.
Eg vóni, at 2023 hjá tær og mær verður merkt av lýdni mótvegis Gudi og vilja hansara, tað hevur ríka signing við sær – bæði fyri okkum sjálvi og onnur.