Trúverd orð
”Hesi orð eru trúverd og sonn.”
Opb.21,5 V.D
Eg kann sissa teg og siga tær, at orðini omanfyri eru ikki nakað, sum eg sigi, men tey sipa til Guds orð frá 1.Mós.1,1 til Opinberingina 22,21.
So um tú trýrt Darwini og hansara evolutiónsteori, so trýrt tú ikki Opinberingini, sum sigur okkum, at henda verð hevur ein ”seinasta søludag”, tíðin er farin frá hesi verð, hon víkur og gevur rúm fyri, at GUD GER ALT NÝTT:
NÝGGJAN HIMMAL – NÝGGJA JØRÐ – og eitt NÝTT JERUSALEM, har tey 12 portrini eru 12 perlur, hvørt portur er ein stór perla, og gøturnar eru úr reinum gulli, sum gjøgnumskygt glas. (Op.21,21)
Hvør skal búgva í hesum býi? Tað skulu øll tey, sum á hesi jørð hava ásannað og játtað, at JESUS EINSAMALLUR ER VEGURIN, SANNLEIKIN OG LÍVIÐ – og at eingin kemur til Faðirin – ella til hitt nýggja Jerusalem – uttan við Jesusi.
Hetta er aktuelt, tí vit skulu øll støðast í ævinleikanum í einum ella øðrum staði: VIÐ JESUSI – ella UTTAN JESUS!
Sjálvur Satan trýr Guds Orði, og hann veit, at tíð hansara er stutt – at hann hevur ein ”seinasta søludag”, og tann tíðin er skjótt farin. Op.12,12
Effie Campbell umsetti