Trý orð til umhugsanar

”Tessvegna geri eg soleiðis móti tær, Ísrael. – Men av tí at eg vil fara soleiðis við tær, tá búgv teg til at møta Guði tínum, Ísrael!”
Ámos 4,12

 

 

Fyri nøkrum árum síðani sat eg í einum bussi, sum koyrdi ígjøgnum London. Tá sá eg ein mann, sum gekk og sópaði gøtur. Hann bar eitt stórt skelti á rygginum. Á tí stóð: Uttan Gud – eingin vón.

 

Sama árið sá eg uppi í Skotlandi eina broderaða mynd hanga á einum stovuveggi. Har stóð: Fyrireika teg at møta tínum Gudi. Heim aftur komin sá eg hetta sama orðið í Bíbliuni. Tað stendur í Ámos 4,12.

 

Einaferð sá eg niður í Bíbliuna hjá einari danskari lærarinnu. Á fremstu opnu stóð: Henda bókin vil halda teg burtur frá syndini, ella eisini vil syndin halda teg burtur frá hesi bók.
Effie Campbell