Trý tekn um Antikrists komu

Í blaðnum hjá Visjon Norge skrivar Jan Hanvold eina grein um teknini fyri Jesu afturkomu. Hann greiðir frá 7 teknum. Tað síðsta teknið er um komu Antikrists.
Í 1. Jóh. 4,3 stendur: “Og ein og hvør andi, sum ikki viðkennir sær Jesus, er ikki frá Gudi, og hetta er Antikrists andi, sum tit hava hoyrt um, at hann kemur, og hann er longu nú í heiminum.” Antikrists andi hevur verið her leingi. Hesin andin fer at slóða vegin fyri persónin Antikrist

Hjá Dánjali 11,36-37 verður hann umrøddur sum ein samkyndur leiðari, sum kemur frá jødiskum-kristnum rótum: “Kongurin skal gera, sum hann vil, gera seg stóran og seta seg upp um ein og hvønn gud, og móti Gudi gudanna skal hann tala øgilig orð. Og hann skal vinna fram, inntil vreiðin er at enda; tí tað, ið avgjørt er, skal ganga út. Gudar fedra sína skal hann einki leggja í, ei heldur kvinnulyst; ei heldur nakran gud skal hann leggja í; tí hann skal seta seg upp um alt.” (V.D.ums.)

Í vekingini síðst í 70-árunum varð ofta sagt, at Antikrist fór helst at vera jødi, tí jødar fóru ongantíð at góðtaka ein kong, sum ikki var ein av teirra egnu. Her í profetiinum stendur, at Gud fedra sína skal hann einki leggja í. Hann vrakar altso Gud Ábrahams, Ísaks og Jákups, hann vrakar himmalsins Gud.

Annað profetiið sigur, at hann hevur ongan hug á kvinnum.
Triðja profetiið greiðir okkum frá, at hann skal ráða í 7 ár. Tað stendur at lesa fleiri staðir, at tey síðstu 3 og ½ árini skulu vera serliga torfør.

Vit síggja globaliseringina, tann spilta lívsstílin og samansjóvanina av religiónunum ganga við fúkandi ferð. EU vil skapa eina religiøsa, økonomiska og politiska heimsskipan. Hon fer at rudda vegin fyri einum heimsvaldsharra, sum skal vera ein varamaður fyri Kristus, Messias. Gev tær far um, at hann verður kallaður Antikrist.
– – –
Vit síggja teknini upp á Jesu afturkomu, og vit frøa okkum, at loysn okkara stundar til, og meinigheitin verður rykt burtur. Vit savna okkum um innheystingina, um at fáa sálir frelstar. Vit miðsavna okkum ikki um teknini, tá høvdu vit blivið bangin og mótleys. Teknini eru har, fyri at vit skulu skunda okkum at heysta inn sálir til himmiríkið. Tí hava vit onga tíð at missa. Nú er stundin komin at biðja meir og søkja Harran og at vinna so nógvar sálir sum gjørligt fyri Jesus. Vit eiga at brúka allar miðlar, sum eru til taks, fyri at røkka menniskju við evangeliinum. Tað er tí, at Harrin hevur givið okkum sjónvarp, útvarp, internet, fartelefon og aðrar tekniskar møguleikar, sum vit kunnu brúka, sum munadygg amboð í tænastuni hjá evangeliinum.
Effie Campbell