Tú ert í Guds bíðirúmi
”Eftir Harranum bíða! Hav gott troyst, tak mót í hjarta og Harranum bíða!”
Sálm. 27,14
Gud gav fólki sínum eini áhugaverd boð: ”Tríggjar ferðir um árið skulu allir menn tínir stíga fram fyri ásjón Harrans, Guds Ísraels. Tí eg skal reka fólkasløgini burtur fyri tær og rúmka land títt, og eingin skal tráa eftir landi tínum, meðan tú, tríggjar ferðir um árið, fert at stíga fram fyri ásjón Harrans Guds tíns.” 2. Mós. 34,23-24
Hugsa um hetta! Tríggjar ferðir um árið skuldu teir steðga við øllum arbeiði og brúka tíð saman við Gudi, tilbiðja hann, søkja leiðslu hansara og leiðina fyri framtíðina. Dugir tú at ímynda tær, hvat ið fór at henda, um tú gjørdi tað sama?
Gev tær far um orðini ”rúmka land títt”. Staðin fyri at missa okkurt, so fært tú, og staðin fyri at tað gongur aftur á hond, fert tú at fáa framgongd. Gev tær eisini far um orðini ”eg skal reka fólkasløgini burtur fyri tær”. Meðan tú tilbiður Gud og bíðar eftir honum, fer Harrin at stríða tínar bardagar. Og ein av mununum á tær og Gudi er, at tú ert í vanda fyri at tapa, men Hann hevur ongantíð tapt eitt stríð.
Gev tær harafturat far um orðini ”eingin skal tráa eftir landi tínum”. Tað er ikki neyðugt hjá tær at stúra fyri kapping frá øðrum. Gud brúkar hesar ”tríggjar ferðir um árið-pílagrímsferðina” at læra fólk sítt hesa grundreglu: ”Um tú bíðar eftir mær í tilbiðjan, so arbeiði EG fyri teg.”
Orð hansara sigur: ”Men tey, sum bíða eftir Harranum, fáa nýggja kraft, tey lyfta veingjunum sum ørnir; tey renna – og møðast ikki, tey ganga – og lúgvast ikki!” Jes. 40,31 V.D.
Tú hevur sostatt tvinnar kostir í at velja: Halt á at stressa – ella gagnnýt Guds styrki og hansara virkisskrá (sum tær tørvar), meðan tú nýtir tíð saman við honum.
”… et Ord til Dagen”
Effie Campbell umsetti.