Tú mást ikki hava aðrar gudar enn meg
“Og Gud talaði øll hesi orð og mælti: »Eg eri Harrin, Gud tín, sum leiddi teg út úr Egyptalandi, úr trælahúsinum. Tú mást ikki hava aðrar gudar enn meg” (2 Mós 20, 1-3).
Hvat meinar Gud við, tá hann segði: Ikki hava aðrar gudar enn meg?
Víðari lesa vit forboðið móti at gera skurðmyndir av skapninginum og ikki at dyrka tað skapta.
Er hetta ikki bara ein gomul bók? Eru vit ikki komin víðari? Vit eru jú í 2018!
Hóast vit halda, at vit liva í einum sekulerum heimi, so finnast tað enn í dag glitrandi avgudar, sum virka sum gudar fyri okkum, tí okkara hjørtu krøkja seg í teir og vit festa álit á teir.
Øll tilbiðja. Einasta valið, vit fáa, er, hvat vit tilbiðja. Øll mugu finna veruliga meining í lívinum. Okkurt sum drívur teg fram á leið.
Martin Luther var ein av teimum, ið sá øgiliga greitt, at alt kann vera ein falskur gud, sum lovar nakað, hann ikki er førur fyri at halda. Tí segði hann, tá ið hann útlegði fyrsta boð: tú mást ikki hava aðrar guðar, at “Tað, ið tú krøkir hjarta títt í og setir álit títt á, tað er í roynd og veru tín gud!”
Djúpa orsøkin til, at vit tilbiðja okkurt annað enn Gud, er okkara sjálvsøkni. Sum Luther skrivar einastaðni: Fyri tað fyrsta setur sjálvsøkna menniskjað seg sjálvt í plássið hjá øllum øðrum, sjálvt Guds pláss, tað søkir einans sítt egna og ikki Gud. Tískil er menniskjað sjálvt sín fyrsti og størsti avgudur. Fyri tað næsta ger tað Gud til avgud og Guds sannleika til lygn. Og fyri tað triðja ger tað Guds skaptu gávur til avgud.
Spurningurin er tí: Hvussu kann eg sum kristin dyrka og tilbiðja Gud aleina, og samstundis njóta Guds góðu gávur til mín og takka honum fyri tær. Uttan at vænta mær tað frá teimum, ið einans Gud kann geva.
Svarið gav Gud longu áðrenn 1. boð: “Eg eri Harrin, sum bjargaði tær út úr trælahúsinum.”