Tungan

“Soleiðis er eisini tungan ein lítil limur og ger nógv um seg. Sí, hvussu lítil neisti kann seta eld á ein stóran skógv!”
Jak.3,5

 

Neerskov segði einaferð, tá ið hann var í Føroyum, at í mong ár hevði hann hetta skriftstaðið standandi við telefonina hjá sær: „Men eg sigi tykkum, at menniskjan á dómadegi skal standa til svars fyri hvørjum ógagnsorði, sum hon hevur talað.“
Matt. 12,36.

Ja, vit mugu drýpa høvur, tá ið vit hugsa um, hvussu nógv ljót og útspillandi orð tunga okkara hevur talað. Vit, sum ofta verða var við, at okkara egnu metingar og orsøkir eru skeivar, hvussu kunnu vit so verða før fyri at meta um orsøkirnar hjá hinum.

Á, minst tó, at tungan, ið Harrin tær gav,
hon einaferð leggja skal roknskapin av,
um hon hevur talað um Jesus!
Ein dag fyri honum skal boyggjast hvørt knæ,
hvør tunga skal vitna og viðganga tað,
at kongur og Harri er Jesus.
Effie Campbell.