Tá ið Gud grøðir

“Biðið, so skal tykkum verða givið; leitið, so skulu tit finna; bankið uppá,
so skal verða latið upp fyri tykkum.”
Matt.7,7

 

Ivar Ruud, próstur
Ein seinnapart varð eg boðsendur at koma til eina familju, har maðurin
var sjúkur.

Eg hevði sæð mannin á fleiri møtum. Hann hevði verið í
streingjakórinum, hevði eg varnast. Eg hevði ikki roknað við at hitt
mannin í slíkari støðu, sum hann var í. Eingin hevði sagt mær nakað um
trupulleikar hansara.

Tá ið eg kom inn í køkin, har familjan sat við døgurðaborðið, sá eg
nevniliga, at maðurin var drukkin. Hetta gjørdi meg ovfarnan, tí eg helt, at
maðurin var ein ”vanligur kristin”, sum ongar trupulleikar hevði við
”Alkohol kong”. Men hitt ringasta var ikki, at hann hevði trupulleikar –
tað er tað jú so mong, sum hava. Nei, tað var hetta, at hann var so
hugmóðigur og ótýdligur. Hann kendi meg væl. Eg føldi meg tí eitt sindur
illa við, tá ið hann segði: ”Har kemur hann, Jesus-typan aftur. Eitt er at
prædika á møtum, men nakað heilt annað er, tá ið ein kemur út í lívið. Eg
havi ilt í maganum, og fái eg ikki hjálp, so fari eg og heingi meg.”

Tá ið hann hevði tømt eina rúgvu av ljótum orðum út úr sær og bannað,
hugdi hann upp á meg og segði: ”Heldur tú, at Gud kann hjálpa mær og
gera meg frískan? Tú, sum ert so sterkur í trúnni á Gud.”

Maðurin tosaði drynjandi, og skilliga sást, at hann sjálvur ikki hevði
nakað serligt álit á, at tað kundi verða møguligt at fáa hjálp frá nøkrum
Gudi. Eg royndi at svara honum so væl, sum eg dugdi, og segði honum, at
eg mundi heldur ikki hava so sterka trúgv, men hóast tað, so hevði eg eina
kenslu av, at Gud vildi hjálpa.

”Heldur tú, at Gud kann hjálpa mær?” spurdi hann aftur.

”Ja, hví skuldi Hann ikki kunna hjálpt tær? Jesus hevur sagt, at tann, sum
rópar til hansara í neyð síni, hann skal fáa hjálp,” svaraði eg.

Maðurin varð ovfarin av svarinum og tók spurningin uppaftur: ”Heldur tú
av sonnum, at um eg biði, so svarar Gud mær?” Eg nikkaði sum svar.

”Heldur tú veruliga, at um eg biði til Guds nú, so svarar Gud og hjálpir
mær?” helt maðurin á.

Eg gjørdist við eitt so vísur í, at Gud vildi svara, og so vísur í, at maðurin
fór at fáa hjálp, at eg svaraði: ”Um tú biður, so vil Gud hjálpa tær.”

Tá ið tað gjørdist tøgn eina løtu, fall maðurin brádliga á knæ niður við
stólin, har hann hevði sitið, og eg fall á knæ undir liðini á honum; so fór
maðurin at biðja:
”Kæri Gud, nú mást tú hjálpa mær – tú veitst.” So segði hann ikki meir,
fyrr enn hann skar í róp: ”Nú kenni eg, at tú nemur við meg, Gud – nú
kenni eg, at pínan hvørvur. Tú – tú, nú er hann her, Gud. Hann svarar mær
– hoyrir tú tað?”

Maðurin hevði havt eitt møti við Meistaran sjálvan, við Jesus. Tað hevur
ikki altíð verið vanligt at uppliva nakað slíkt, sum hendi tann dagin, tá ið
eg bað fyri nøkrum. Í roynd og veru átti eg helst eisini at ivast í, um ein
grøðing fór at henda, ið hvussu so er, átti eg at verið eitt sindur
ivingarsamur. Men eg haldi, at Gud letur okkum merkja seg á ein
serstakan hátt viðhvørt.

Her hevði eg ikki biðið; men tað var Gud, sum hevði staðið til reiðar við
svarinum og mint mannin á at biðja. Hetta var ikki mannaverk, men Guds
verk.

Tað er í slíkum umstøðum, at ein kennir, at bønarsvarið ikki eru lótir, ikki
er átikið, men móttikið. Kristus kann, og eg haldi, at hann hevði verið
glaður, um hann kundi sloppið framat oftari í lívi okkara.

Tað er ikki um at gera at hava so nógva trúgv; men hitt rætta er at biðja
um hjálp at brúka ta trúnna, vit hava. Hon er nevniliga ein gáva frá Gudi –
og røkkur trúgvin ikki til, so fyllir Gud uppí.
E.Campbell umsetti