Um at geva
“Berið alla tíggjundina í goymsluhúsið, so at føðsla verður í húsi mínum og roynið meg við hesum, sigur Harri herliðanna, um eg ikki tá lati tykkum himinsins lokur upp og ríkliga helli út signing yvir tykkum.”
Mál. 3,10.
Tað er skylda okkara at lata tíggjund, og tað eru eisini mong, ið gera tað. Tað er góður vani at taka tíggjundina av lønini beinanvegin og leggja hana í eitt skrín, sum bara verður brúkt til hetta endamálið. Hvørja ferð vit so skulu geva, ella hvørja ferð vit fara í kirkju ella á møti, taka vit so úr skríninum tað, vit verða mint um at geva.
Eitt er vist, gevur tú av einum góðum hjarta, signar Harrin gávu tína, um enn hon kanska í tínum eygum tykist vera lítil.
Tað var einaferð ein maður, sum segði: “Vit hava skyldu at geva tíggjund; men tá ið vit geva meir, tá nústani ofra vit!”
Neyðin úti í heiminum er stór, og tá ið vit so síggja, hvussu gott vit í allar mátar hava tað, so skulu vit við gleði geva tað, vit verða mint um. – Eingin líður neyð, av tí at hann hevur givið ov nógv.
Hvørt ár doyggja 40 mill. menniskju av skeivari føðslu – og næstan øll eru tey ikki-hvít. Her eru nøkur tøl at samanbera. Í Týsklandi er barnadeyðin fyrsta liviárið 2,7%, men 20% í Congo Brazzaville. Í Vesturtýsklandi er ein lækni fyri hvørjar 650 íbúgvar – í Etiopia ein lækni fyri hvørjar 91.000 íbúgvar. Miðallivialdurin í Vesturtýsklandi er 67 ár – í Gabon er hann 32 ár. Í Vesturtýsklandi er ein sjúkrasong fyri hvørjar 100 íbúgvar – í Etiopia eru 3.000 um eina sjúkrahússong. Og hetta ger okkum ikki bilsin, tá ið vit hugsa um, at tey hvítu fólkini eiga um leið 80% av heimsins ríkidømi, hóast tey bert eru um leið 1/3 av øllum fólkunum á jørðini.
Ynskja vit at tæna Harranum, mugu vit lata hann fáa síðsta orðið í eini hvørjari søk, og Harrin sigur: “Gevið, so skal tykkum verða givið!”
E. Campbell umsetti