Undurfull livandi orð
”Latið orð Krists búgva ríkliga hjá tykkum í øllum vísdómi, so at tit læra og áminna hvør annan við sálmum og lovsongum og andligum ljóðum, og syngja yndisliga Guði lov í hjørtum tykkara. ”
Kol.3,16
Tað besta, sum vit kunnu senda okkara ungu við út í lívið, er Guds orð, Bíblian. Hesi orð eru meira enn pappír og prentsverta. Tey eru livandi, sprelllivandi. Bíblian sigur okkum nevniliga, at Harrans orð eru andi og lív. Jóh.6,63.
Guds orð útrættar tað, sum tað nevnir. Hann skapaði heimin við orði sínum. Mamma má hava tógv og stokkar at skapa eina troyggju, og pápi má hava við og seym at smíða, skapa eini hús. Men Gud sigur eitt orð, so verður tað so. Tað hava fólk skilt upp gjøgnum tíðirnar.
”… sig tað bert við einum orði, so verður drongur mín frískur. ” Matt.8,8. – ”… men eftir tínum orði vil eg seta gørnini út aftur.« ” Luk.5,5. Hesir báðir vistu, at Harrin skuldi bara siga eitt orð, so var tað so. Tí í Sálmunum hava teir kanska lisið hetta: ”sendi sítt orð og teir grøddi og frá grøvini bjargaði teimum, ” Sálm.107,20 Ja, Harrans orð(lyfti) ganga út; ”… orð Guðs várs stendur allar ævir.« ” Jes.40,8.
Men orðið kann meira enn tað; tað reinsar. Tá ið vit lesa Guds orð, gerast vit rein. ”Tit eru longu reinir av tí orði sum eg havi talað til tykkara. ” segði Jesus í Jóh.15,3.
Bæði í Gamla og Nýggja Testamenti verða vit mint á at lesa Guds orð. ”Sonur mín, gev orðum mínum gætur, vend oyra tínum til talu mína. ” Orðt.4,20.
”Latið orð Krists búgva ríkliga hjá tykkum í øllum vísdómi … ” Kol.3,16.
E.Campbell