Uppgávan
”Farið tí og gerið øll fólkasløgini til lærusveinar mínar, við tað at tit doypa tey til navns faðirsins og sonarins og hins heilaga anda, og við tað at tit læra tey at halda alt tað, ið eg havi boðið tykkum. Og sí, eg eri við tykkum allar dagar alt til veraldar enda.« ”
Matt.28,19-20
Sjálvt um tað ber til at náa langt við sjónvarpi og sosialum miðlum, so er neyðugt at senda menniskju út millum fólkasløg og mentanir fyri at byggja upp eitt netverk, so fólk kunnu gerast lærusveinar og fáa ein felagsskap í kirkjum.
Gud sendi ikki ein teldupost, hann sendi ein boðbera, son sín. Jesus opinberaði seg fyri Paulusi á vegnum til Damaskusar, men Jesus tørvaði ein lærusvein, sum æt Ananias at bera Paulusi frelsuboðskapin. Gud brúkar ikki einglar sum trúboðarar. Hann brúkar menniskju. Jesus gjørdist hold og blóð og tók bústað okkara millum. Hevur tú nakrantíð sæð ein vind standa stillan? So satt, sum vit eru fylt við Heilaga Andanum, eiga vit at flyta okkum framá og ikki standa still sum ein saltsúla.
Effie Campbell umsetti