Út úr saltbússuni

Skrivað: Tórur Jacobsen

“Tit eru salt jarðarinnar; men um saltið dovnar, hvørjum skal tað tá verða saltað við? Tað dugir einki longur uttan at verða blakað út og traðkað undir mannafótum” (Matt 5,13).

Jesus kallar okkum at vera salt jarðarinnar, men hvussu virkar salt? Tað virkar, tá tað er blandað við nøkrum, sum ikki er salt. Salt ger meira mun á vegnum (tá tað er hált), ella í einum kagga við grind, enn tað ger, tá tað bara er verandi í saltbússuni.

Hvussu kann hetta setast í samband við okkara andaliga lív? Jú, hvussu nógva tíð brúka vit (saltið) saman við teimum, sum ikki kenna Jesus? Royna vit at koma í samband við tey, sum ikki kenna hann, ella royna vit at halda okkum frá teimum?

Gudfrøðingurin John Stott kom við einum hugtaki, sum hann kallaði “rabbit-hole Christianity” ella “kanin-holu kristindómur”. Hetta er ein mynd uppá, hvussu vit trúgvandi kunnu vera. Becky Pippert, ið hevur skrivað eina bók um evangelisering við heitinum “Out of the Saltshaker & into the World”, sigur í bókini, at hon ofta hevur sæð hetta, tá hon hevur verið á ymsum universitetum og talað. Tann, ið er trúgvandi, fer um morgunin út úr sínum kamari, har viðkomandi býr saman við einum øðrum trúgvandi, síðani fer hann til hvønn einstakan tíma og leitar ørt eftir einum sitiplássi við síðunar av einum trúgvandi. Til døgurða setur viðkomandi seg hjá øðrum trúgvandi, eftir hetta fer hann til ein bíbliutíma har bara trúgvandi fólk eru, og so um kvøldið gongur leiðin aftur til kamarið til sín trúgvandi “roommate”. Endiliga er hann aftur tryggur frá teimum vantrúgvandi!

Tann einasti møguleikin viðkomandi hevur at koma í samband við tey, sum ikki eru trúgvandi, er tá hann rennur frá stað til stað og rennur millum hølini, har tímarnir skulu vera.

Er tað soleiðis vit eiga at vera? Hvussu kunnu vit vera salt jarðarinnar, um vit ongantíð koma út úr saltbússuni?