Vald Jesu Krists
”Tá tók Jesus til orða og segði við teir: »Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Sonurin kann als einki gera av sær sjálvum, annað enn tað, sum hann sær faðirin gera; tí at tað, sum hann ger, tað ger eisini sonurin somuleiðis. ”
Jóh.5,19
”Sonurin kann als einki gera av sær sjálvum…”
Hin altvaldandi skapandi ævigi Gud sendi sonin, Jesus Kristus, í heimin sum frelsara menniskjanna. Hann fekk honum alt valdið á himni og á jørð. Hann var hvíludagsins harri. Hann var Gudi líkur. Bæði livandi og deyð hoyrdu rødd hansara. Hann ger tey livandi, sum hann vil, og hann dømir tey, sum hann vil. Faðirin hevur givið soninum allan dómin undir hond – dómin yvir tey, sum ikki vilja taka ímóti Jesusi sum harra og frelsara, og sum ikki vilja lata sær lynda av tí Guds orði, Jesus kemur við frá faðirinum. Tað verður ein svárur dagur hjá Jesusi tann dagin, hann verður noyddur at døma tey menniskju, hann var komin at frelsa – tey menniskju, hann sjálvur hevði liðið so nógv fyri og hevði givið seg í deyðan fyri.
Vinur, royn at kanna eftir hjá tær sjálvum, um tú hevur givið Jesusi rætt í, at hann er sonur Guds og frelsari tín, soleiðis at Guds orð kann døma lív títt og vantrúgv tína, og tú kanst venda um. Tí so leingi sum tú ivast um Jesus sum frelsara frá synd – so leingi gevur tú Jesusi ikki rætt í tí, at hann hevur alt vald og er frelsari tín. Og so leingi hóttir dómur hansara teg. Men Jesus kom ikki at døma – tað er bert nakað, hann verður noyddur til. Jesus kom at frelsa.
Vend tær til hansara og gev honum rætt í, at hann er sonur Guds og frelsari tín. Bjóða honum inn í títt hjarta. Tá ger hann teg livandi – ikki bara soleiðis, at tú skalt úr grøvini kunna ganga út til lívs uppreisnar og ikki smakka dómin, men hann ger teg eisini til eitt livandi Guds barn her í lívinum, soleiðis, at tú longu hesumegin grøvina kanst gleðast yvir hitt æviga lívið.
n.