Vandamikið at háða Gud

”Men á síðstu døgum, tá vendi eg lagnu Elams, sigur Harrin. ”
Jer. 49,39

Gordon Tobiassen
Hoyr nú! Hesin undurfulli kapittulin hjá Jeremia (49,34–39) endar soleiðis: „Eg reisi hásæti mítt í Elam (t.e. Iran) og útruddi har bæði kong og høvdingar, sigur Harrin. Men á síðstu døgum, tá vendi eg lagnu Elams, sigur Harrin.“ Hetta er eitt lyfti til Iran.
Fyri tveimum árum síðani fordømdi og háðaði ovasti átrúnaðarligi leiðarin í Iran Ísraels Gud í iranska sjónvarpinum. Tað er vandamikið! Fimm dagar eftir sjónvarpssendingina sendi Gud glopraregn og áarføri yvir alt landið. Tað eru 26 landslutir í Iran, og vatnflóð rakti 23 teirra. Tá ið regnið rann burtur, flugu grashoppur í milliónatali úr Saudi–Arabia inn yvir Iran og ótu alla grøðina. Gud vísir, at Hann er Gud!

Fólkið í Iran er ørkymlað. Nógv rópa í dag á Jesus, og Hann vísir seg í dreymum og sjónum fyri teimum. Tey síðstu 10–14 árini hevur stór veking verið í Iran og Afganistan. Talan er um milliónir, sum hava vent um til Jesus.

Eg havi tosað við iranskar pastorar í Omdal, Oslo og Stavanger, sum greiða frá hesum. Men hetta tosa vesturlendsku fjølmiðlarnir ikki um.

Hvussu langt í tíðini eru vit komin? Fyri tveimum árum síðani var eg í Ísrael. Tá tosaði eg við verðsligar offiserar á Golan. Eg spurdi: „Hvat siga tit um tíðina, hvat liggur fyri framman?“ – Teir svaraðu: „Vit búgva út hermenn og savna herlið, tí vit vita, at okkurt liggur fyri framman.“ Eg setti messianskum offiserum og messianskum pastorum sama spurning. Teir svaraðu allir sum ein: „Les Ezekiel 39. Tað er tað, sum liggur fyri framman.“ Effie Campbell umsetti.