Aftur til forsíðu

Vard frá høvur til tá

Vard frá høvur til tá

Skrivað: Marjun Nattestad Petersen

”Standið tá fast og spennið sannleikan sum belti um miðju tykkara. Havið rættan atburð, sum er brynja tykkara, og skøðið tykkum í viljan til at boða gleðiboðskapin um frið. Og havið fram um alt trúarskjøldur á lofti, so at tit kunnu vera ment at sløkkja allar gløðandi pílar frá hinum illa. Havið frelsuna sum hjálm og Guds orð sum Heilaga Andans svørð” (Ef 6,14-17).

Songkvinnan Christy Nockles hevur skrivað eina so inniliga vøgguvísu um hesi versini, sum eg leysliga fari at umseta. Hann eitur ”Høvur til tá – herklæðissangurin”, og ljóðar so:

”Lítli mín, ver sterkur í Harrans styrki. Og lat hann, ið varðar av stjørnunum, varða hjarta títt í allar ævir. Hóast at tú lítil ert, ræður hansara kongadømi í tær. Og munnur tín er ein kelda til Harrans prís.

Við hansara rættvísi á bringuni og frelsuhjálminum á høvdinum. Við sannleikans belti um miðjuna og skjøldur trúarinnar í hond. Og við hansara friði um føturnar, hvar enn fari eg, er orðið títt, orðið mítt – eg eri vardur frá høvur til tá.

Og náttin svinnur brátt, og dagur kemur skjótt, og í lýsingini gevur Gud tær náði til dagin. Hann broytir tínar stúranir til sangir, og letur teg í ljósins klæðir. Og hann hjálpir tær ígjøgnum myrkrið, tí hann er við tær í stríðnum.”

Sangurin er ein vøgguvísa sum er tvítýddur. Børn, sum leggjast til songar, eru ofta bangin í myrkri og kunnu halda, at trøll búgva undir songini. Hetta er ein veruligur ótti, sum vaksin kanska hava ilt við at skilja, men Gud skilir óttan. Gud er eisini við, tá ið vit møta trongd og mótgongd á okkara lívsleið, og hann skilir okkum, eins væl sum hann skilir óttan hjá smáum børnum. Tá ið vit, bæði børn og vaksin, óttast í lívsins myrkri, kunnu vit heilt ítøkiliga lata okkum í øll herklæði Guds og hvíla trygt í, at Gud arbeiðir ígjøgnum okkum – tá eru vit nevniliga vard frá høvur til tá.

A+