VEGURIN – eisini í triðja ártúsundi
”Jesus sigur við hann: »Eg eri vegurin og sannleikin og lívið. Eingin kemur til faðirin uttan við mær. ”
Jóh.14,6
Vegurin er ein Messias-lýsing, sum gongur gjøgnum alla Bíbliuna frá Ábrahami til Mósesar, frá Dávids sálmum til allar profetarnar. Patriarkarnir og profetarnir eggjaðu Ísraels fólki til at fylgja Vegnum og ikki víkja av Vegnum. Tá ið Jesus kom sum hin lovaði Messias, segði hann: ”Eg eri VEGURIN!” Tí kallaðu Jesu eftirmenn í Nýggja Testamenti ikki trúgv sína kristindóm, men Vegin. Tað eru mong skriftstøð í Apostlasøguni, har kristna trúgvin verður kallað ”Vegurin” og ”Guds vegur”.
Jesus er Vegurin og ikki vegjaðarin. Grund er at ávara móti tíðarinnar hysteríi og teirra víkjan av Vegnum. Heimin tørvar evangeliið um Jesus, ikki mangt løgið, skrøgg ella kristnar servørur.
Dømi um aðalinnihaldið í evangeliinum er Ápostólska trúarjáttanin og Jóh.3,16.
Trúarjáttanin ljóðar soleiðis: Eg trúgvi á Gud faðir, hin alvalda, skapara himins og jarðar. – eg trúgvi á Jesus Krist, Guds einborna son, váran harra, sum er gitin av Heilagum Anda, borin í heim av Mariu moy, pínslaður undir Pontius Pilatus, krossfestur, deyður og jarðaður, niðurfarin til heljar, triðja dagin staðin upp frá deyðum, farin til himmals, sitandi við høgru hond Guds faðir hins alvalda, haðani hann kemur at døma livandi og deyð. – Eg trúgvi á Heilagan Anda, eina heilaga almenna kirkju, samfelagið teirra heilagu, fyrigeving syndanna, uppreisn likamsins og lív um aldur og ævir.
Og Jóhannes 3,16 ljóðar: ”Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív.”
Jesus og ápostlarnir ávaraðu eisini móti svikaprofetum, tí falska Messiasi, Antikristi, og aðrari villing á evstu døgum.
Sonevndar kristnar aldur úr USA við øllum møguligum løgnum banka eisini upp á dyrnar í Norðurlondum.
Tað, sum er frá Gudi, setir Jesus í miðdepilin og játtar, at Jesus er sonur Guds, komin í holdi, meðan alt tað, ið falskt er, avnoktar Jesus.
Stóri vandin, har ”útvald” kristin verða villeidd, seta Jesus og ápostlarnar í samband við jødarnar og móttøku teirra av tí falska Messiasi. Jesus segði: ”Eg eri komin í navni faðirs míns, og tit taka ikki ímóti mær; kemur onkur annar í sínum egna navni, honum vilja tit taka ímót. ” Jóh.5,43 Falski Messias, sum Bíblian kallar ”Antikrist”, skal seta seg í Guds tempul.
Tey trúgvandi mugu fylgja Vegnum, boða evangeliið og vísa Jesu kærleika og vinalag móti øllum.
Í Hebrearabrævinum stóðu Jesus-trúgvandi jødar í vanda fyri at fara aftur til djóraofringarnar í templinum og vraka Jesu offurdeyða sum frelsugrundarlag. Teir vórðu ávaraðir móti at ”traðka son Guds undir fótum og halda blóð sáttmálans fyri óreint” og ”av nýggjum krossfesta sær sjálvum Guds son” Hebr.10,26-29 og 6,4-6. Djóraofringarnar í gamla sáttmála kunnu heldur ikki taka burtur syndir(Hebr.10,4).
Bara tá ið vit halda okkum til Vegin, Jesus, sleppa vit undan at fara í veitirnar á síðstu tíðum.
Aril Edvardsen. ”Troens Bevis” Effie Campbell