Veruligt frælsi
"Um tí sonurin fríar tykkum, tá skulu tit verða av sonnum frælsir" (Jóh 8,36).
Fyri mong ikki-kristin er kristindómur ikki frælsi, men tvørturímóti alt tað, vit ikki mugu. Men her lovar Jesus okkum kortini júst frælsi – satt frælsi, veruligt frælsi. Tí við deyða sínum og uppreisn síni gjørdi hann okkum frí frá øllum tí, ið bindur okkum niður. Frá øllum tí, sum heldur okkum burtur frá tí veruliga góða lívinum. Frá øllum tí, sum tekur gleðina frá okkum.
Tí lívið saman við honum er tað góða lívið. Tað byrjar her og heldur fram í ævinleikanum. “Alt fær ein enda”, plagdi Zacharias at siga. Men tað fær tað góða lívið, tað veruliga lívið, lívið saman við Jesusi ikki. Tí hann ER sjálvur lívið, æviga lívið!