Via Dolorosa ella Via Amorosa

Skrivað: Frants Jensen

Men hann varð særdur vára synda vegna og sundurbrotin vára misgerða vegna; okkum til friðar kom revsingin niður á hann, og av sárum hans fingu vit heilsubót. (Jes 53,5) Á eini smalari gøtu í gamla býnum í Jerúsalem stendur vegaskeltið ”Via Dolorosa”. Tað er vegurin, Jesus gekk, frá tí hann var dømdur, til hann kom út á Golgata.

Via Dorosa merkir líðingarvegurin. Jesus leið sera nógv, áðrenn hann doyði. Hann varð pínslaður, háðaður, spottaður, svikin av sínum egnu, og hann varð mettur javnt við lógbrotsmenn, sjálvt um hann ongantíð hevði gjørt nakað skeivt. Jesus mátti veruliga líða, tá ið øll Guds revsing yvir syndina varð løgd á hann.

Tað er tó ein spurningur, um Via Dolorosa ikki skuldi broytt navn til Via Amorosa – kærleikans vegur.

Tað var hansara kærleiki til okkara, sum gjørdi, at hann fullførdi Guds ætlan. At hann ikki gjørdi mótstøðu, tá ið hann varð órættvíst viðfarin. Tað var fyri at frelsa teg og meg frá ævigari glatan.

Tað var av kærleika, at Jesus varð særdur fyri mína og tína synd. Tað var av kærleika, at hann varð sundurbrotin fyri okkara misgerðir. Tað var av kærleika, at revsingin kom niður á hann, og vit á tann hátt fingu frið. Og tað var av kærleika til okkum syndarar, at hann varð særdur, so at vit kundu fáa heilsubót. Jesus, takk fyri Via Amorosa!