Við Jesusi eru vit frí frá synd

Skrivað: Rósa Pólsdóttir Olsen

Vit lesa í matt. 28, 1-8 gleðiboðskapin um, at Jesus er reistur upp frá deyðum, hann livir.

Vit liva í einum heimi í dag, sum er merktur av synd og deyða. Tá ið vit hugsa um tað, so er tað so skjótt, at vit suffa og missa mótið. Ofta gongur okkara lív út uppá, at rættvísgera ella burturforklára okkara syndir. Vit hyggja oftast eftir hinum og hugsa, hvussu nógv verri tey eru, enn vit. Tað er altíð hini, sum liva eitt meir syndafult lív, enn hvat vit sjálvi gera. Vit eru bangin. Tora ikki at hyggja inn eftir okkum sjálvum. Tora ikki at síggja hvussu syndafull vit eru. Men sannleikin er, at vit eru nógv meir syndug, enn vit nakrantíð tora at viðganga.

Páskamorgun, fara Maria og Maria Magdalena út á grøvina hjá Jesus við einum stórum hjartasuffi. Ígjøgnum Jesus høvdu tær fingið vón um, at synd og deyði ikki vóru sterkari enn lív og vón. Men teirra vón var knúst, tá Jesus doyði á krossinum. Ein heimur stýrdur av synd og deyða hevði vunnið.

Men teirra hjartasuff vardi ikki leingi, tá eingilin fortaldi teimum, at Jesus er risin upp frá deyðum. Fyri Jesu lærusveinar, og øll tey sum stóðu Jesusi nær, vóru teir fyrstu dagarnir eftir Jesu uppreisn merktir av ófriði. Tey vistu ikki heilt, men so við og við obinberast tað fyri teimum, at Jesus hevði vunnið á synd og deyða. Jesus doyði altso fyri okkum syndarar og Jesu uppreisn er ein váttan um, at tað er bót fyri okkara syndir og okkara skuldir eru goldnar. Vit skylda onki meir.

Hvat er tað ikki ein stórur gleðiboðskapur at hoyra, at vit eru frí. Vit eru frí frá synd, vit eru frí frá ótta, vit eru frí.

Jesus hevur býtt um pláss við okkum. Vit skilja tað slett ikki, tí tað er ikki logiskt. Vit kunnu bara trúgva og liva eftir tí.