Viðrák – mótrák
”Børn míni, tit eru av Guði og hava vunnið á teimum; tí at tann, sum er í tykkum, er størri enn tann, sum er í heiminum. ”
1.Joh.4,4
Tá ið vit virka fyri Harran, so verður avleiðingin eisini, at vit møta mótstøðu. Paulus skrivaði: „Einar dyr eru mær opnaðar har, víðar og virkisfullar, og mótstøðumenninir eru mangir.“ (1. Kor. 16,9).
Atfinningar eru eitt tekin upp á virðing. Um tú ikki hevði havt eydnuna við tí, tú tekst við, høvdu tey als ikki lagt merki til tín. Minst til, tað er tað størsta strevið og stríðið, sum gevur tann størsta sigurin. Satan sendir tær ikki eitt kort við lukkuynskjum, tá ið tú hevur avgjørt at gera Guds vilja. Hann fer at stríðast ímóti tær allan vegin. Men „tann, sum er í tykkum, er størri enn tann, sum er í heiminum.“ (1. Jóh. 4,4). Í dag er Gud í parti við tær, so sigurin er vísur. Effie Campbell umsetti