Virðing
”Men Harrin er í sínum heilaga templi – øll jørðin veri kvirr fyri ásjón hansara! ”
Hab.2,20
Ein eginleiki, sum vit áttu at lagt okkum meira eina við, er virðing ella ærufrykt. Tað vekir virðing fyri Gudi, tá ið vit hugsa um hansara óendaliga stórleika, og tá ið vit vita, at hann er nær. Henda kenslan av tí ósjónliga átti at havt stóra ávirkan á okkum. Vit eiga at læra børn okkara at líta at tíðini og staðnum fyri bøn og gudstænastu sum heilag, av tí at Gud er til staðar har.
Tað vildi verið gott bæði fyri ung og gomul at hugsað um og ofta at endurtikið hesi orðini úr tí heilagu skriftini, sum vísa, hvussu vit skulu líta at tí staðnum, sum Gud hevur merkt við sjálvur at vera til staðar.
”Og hann mælti: »Kom ikki nærri! Men lat teg úr skónum, tí at tann staður, sum tú stendur á, er heilag jørð!« ” 2.Mós.3,5
Jákup mælti aftan á at hava upplivað sjónina av einglum: ”Tá vaknaði hann úr svøvni sínum og mælti: »Vissuliga er Harrin á hesum staði, og eg visti tað ikki!« … Her er vissuliga Guðs hús og lið himinsins!« ” 1.Mós.28,16-17
”Men Harrin er í sínum heilaga templi – øll jørðin veri kvirr fyri ásjón hansara! ” Hab.2,20
”Tí ein veldigur Guð er Harrin, drottin mikil yvir øllum gudum;” og ”Komið, fallum niður og boyggjum vár knæ, nígum fyri Harranum, skapara várum!” Sálm. 95,3 og 6
”Vitið, at Harrin er Guð! Hann okkum skapaði, og hansara vit eru, hans fólk og tað fylgi, hann røktar. Farið inn í hans portur við lovi, í forgarðar hans við prísi! Lovið honum! Signið hans navn!”
Sálm.100,3-4