Vit biðja til ein rættvísan Guð

Skrivað: Jógvan Fríðriksson

“Svara mær, tá eg kalli, rættvísis Guð mín! Í trongd vanst tú mær rúmd, so náða meg og hoyr mína bøn!” (Sl 4,2)

Ørindið, vit lósu, vísir skaldið staddan í neyð. Og tó er støðan væl betri enn áður, tí í trongd hevur Harrin vunnið Dávidi rúmd. Tað er lættari at liva nú enn áður. Neyðin er linkað, og bønin hevur Guðs náði sum innihald.

Fjórði sálmur er torførur at tíðarfesta. Hann er tíðarleysur, og hóskar væl til afturvendandi lesnað. Lívið er eitt skifti millum ljós og myrkur. Tað skýmir á leiðini, og so er aftur ein glotti.

Áhugavert er at varnast, at Guð verður nevndur “rættvísis Guð mín”. Í hesum orðum liggur nakað heilt avgerandi. Trúgvin trýr á ein Guð, ið er rættvísur og hvørs dómar eru órannsakandi. Tað er ein fortreyt og ein hin fremsti eginleikin, ið skriftin sigur um Guð Ísraels, ið er Jesu Kristi faðir. Í hesum heiti liggur trúvirðið hjá Guði – hann heldur seg til sakina og sannleikan.

Tá skaldið so mangan í sálmabókini kærir sína neyð og bønar um hjálp móti fíggindum sínum, so er bønin borin einum “rættvísum Guði”. Við tað at Guð er rættvísur, torir skaldið at tosa við Guð frítt og uttan fyrivarni, tí hin rættvísi Guð veit sjálvur at svara bønini á ein rættvísan hátt. Guð metir um tingini, og bæði skaldið og fíggindar hans vekta líka yvir fyri Guðs ásjón. Bønin verður svarað í rættvísi og við rættleika, so sum Guð sjálvur metir.

Á ein hátt minnur hugtakið “rættvísis Guð mín” á bønina í Jesu navni. Tá vit biðja í Jesu navni, biðja vit Jesus svara bønini, so sum hann sjálvur sær er skilabest.

Í bønini “faðir vár” biðja vit í triðju bøn: “Verði vilji tín sum í himli so á jørð!” Nøkunlunda soleiðis bað Jesus, tá hann var staddur hina kvølfullu løtuna í Getsemane urtagarði: “Faðir mín, er tað gjørligt, tá lat hesa skál fara um meg; tó ikki sum eg vil, men sum tú vilt!” (Matt 26,39)

Tað er unniligari at vera eitt guðsbarn, tá vit frítt kunnu tosa við Guð, sum í sínum “rættvísi” svarar bønini. Tá Guð er góður við øll, er tað ikki vist, at hann revsar mótstøðufólk okkara. Tað veldst um, um vit sjálv standa í sannleikanum. Og sannleikin hevur eitt navn – hann eitur Jesus Kristus!