Vit eru ikki Guds fyrimynd
”… eg boyggi knæ míni fyri faðirinum, sum allur faðirskapur fær navn av á himnum og á jørð” (Ef 3,14-15).
Í Skriftini nýtir Gud mangan okkara jarðiska pápa sum mynd um kærleika sín og umsorgan sína fyri okkum. Men tað er ikki so, at Gud hevur okkara pápa sum fyrimynd, nei, tað er øvugt: Allir pápar her á jørð “fáa navn sítt av” tí æviga og fullkomna himmalska pápanum! Hann er fyrimynd fyri øllum ófullkomnum pápum her á jørð. Gud hevur givið okkum ein jarðiskan pápa, sum skal avspegla eitt sindur av Guds kærleika til okkara. Tí eiga vit, ið eru foreldur her á jørð, at hava Gud sum fyrimynd.