Vit hava brúk fyri at koma burturfrá

Skrivað: Heðin Arge

”Tá ið Jesus tí skildi, at teir ætlaðu at koma og taka hann við valdi, til tess at gera hann til kong, fór hann aftur avsíðis niðan á fjallið, einsamallur í einingi” (Jóh 6,15).

Jesus hevur her júst gjørt eitt stórt undur. Hann hevur mettað heili 5000 fólk burturúr einum lítlum matpakka, ið ein smádrongur hevði við sær. Um hetta mundið var Jesus kanska best umtóktur. Stórar mannamúgvur savnaðust um hann og hoyrdu, hvat hann hevði at siga. Fólk sóu eina kempu.

Men í mun til hvat vit menniskju kanska høvdu gjørt, ið allarhelst høvdu gjørt alt fyri at verða uppaftur betur umtókt, so fór Jesus burturfrá, tá fólk ætlaðu at gera hann til kong. Hann bleiv freistaður til at taka kongadømi uttan krossin.

Jesus brúkti tíð í einingi. Á sama hátt hava vit tørv á at vera einsamøll í bøn. Vit hava brúk fyri at koma burtur og fara inn í loynikamarið. Burtur frá øllum, ið órógvar okkum. Burtur frá øllum, ið ger, at sjóneykan verður flutt burtur frá Gudi og á okkum sjálv. Í einum trýstum gerandisdegi, har alt skal náast og tímarnir gerast styttri og styttri, og tíðin til samfelag við Gud er ongin, hava vit tørv á fara inn í loynikamarið og brúka tíð saman við Gudi. Tí bøn er vegurin til styrki og vísdóm, tá tað stendur á og vit verða freistað á sama hátt, sum Jesus varð freistaður.