Vit hóma uppreisnina hinumegin deyða og grøv

Skrivað: C. Bartholdy
Týtt: Henry D. Joensen

“Men ein og hvør í sínum raði…” (1 Kor 15,23)

“Gud gevi teimum saman við við øllum trúgvandi kristnum eina gleðiliga og heiðursfylta uppreisn.” Kann ein lesa á gomlum gravsteinum. Tað er betri ynski, enn mong av teimum, vit lesa á kirkjugørðunum í dag: “Hvíl í friði!” “Minnið um teg verður ongantíð gloymt.”

Tað, okkum bíðar, tað mannaættin væntar, er ikki deyði og undirgangar, jú, tað er tað eisini. Viðhvørt tykist hetta vera okkum so nær. Men Gud fer at opna okkara eygu, so vit eins og hóma okkurt hinumegin deyða og grøv – uppreisnina. Gud vil ikki, at deyðin skal hava tað seinasta orðið.

Tað hevur hann ikki bara sagt okkum, nei, hann hevur prógvað tað fyri okkum við Jesu upreisn av deyðum. Uppreisn av deyðum er byrjað, byrjað her á okkara jørð. Allur heimurin er staddur í einari nýggjari støðu. Um hesa nýggju støðu skrivar Paulus ápostul í tí stóra uppreisnarkapittlinum (1 Kor 15); “men ein og hvør í sínum ræði, men fyrst Kristus sum frumgróðurin av teimum, sum sovnað eru burtur. Tínæst tey, sum hoyra Kristi til við komu hansara. Síðan kemur endin” – tað er uppreisn alra og endaligi dómurin. “Tí at vit mega øll verða opinberað fyri dómstóli Krists, fyri at ein og hvør kann fáa afturgoldið tað, sum er útint við likaminum, eftir tí sum hann hevur gjørt, annaðhvørt gott ella ilt” (2 Kor 5,10).

Vit liva so statt í eini ógvuliga áhugaverdari og spennandi tíð. Velduga stríðið millum Gud og hin ónda nærkast endanum. Hann, ið hevur deyðans veldi, leið sín avgerandi ósigur páskamorgun. Hann, ið er høvur kirkjunnar likamliga, er upprisin. Næstur í raðnum verða vit.

Tí er hetta at liva saman við Kristusi ein løgin blandingur av gleði og bivan. Tað er undursamt at kunna siga sær sjálvum, tú gongur lívinum á møti, ikki deyðanum. Tú gongur degnum á møti, ikki náttini. Í hvørjum raði eri eg? Tí tað fer altso at verða bæði ein gleðilig og ein syrgilig uppreisn.

Ger búnan meg og gev mær lund at bíða,

til tú á miklu morgunstund skal stíga

at táradølum meg úr jarðarkvølum

at bera heim at tínum fagnarsølum.

(SB 283,4)