Vit skulu rísa upp
“Men nú er Kristus risin upp frá deyðum sum frumgróðurin av teimum, sum sovnað eru burtur” (1 Kor 15,20).
At ganga sær ein túr í barndómsins kirkjugarði vekur eina mongd av minnum. Her liggja tey, bestu vinir faðirs og móður mínar. Ja, sigur ein við seg sjálvan: saman við teimum vil eg helst rísa upp. “Hvíl í friði”, stendur skrivað á nógvum gravsteinum. Men Gud hevur sagt okkum, at tað skulu vit júst ikki. Vit skulu rísa upp. Tvær dagfestingar standa á flestu gravsteinum. Tað átti at staðið helst tríggjar: hesar tríggjar – føddur – deyður og upprisin. Men við tað at vit ikki vita ta dagfestingina, kann hon ikki verða nevnd. Vit vita, at hann, sum kom, hann kemur; Harri okkara, Jesus Kristus, og tað fyrsta, ið tá hendir, er, at tey, sum deyð eru í Kristi Jesusi, skulu fyrst rísa upp (1 Tess 4,14), tað eru tey, ið hava sett vón sína til hansara.
“Lazarus, kom út higar!” ljóðaði einaferð í Betania, og út kom hin deyði. Jesus er orðið frá Gudi, ið tók bústað okkara millum. Meðan hann gekk her niðri, gjørdi orð hansara sjúk frísk, deyð livandi. “Tann stund kemur, tá ið øll, sum eru í grøvunum, skulu hoyra reyst hansara,” sigur Jesus um seg sjálvan, sonin (Jóh 5,28), og tey skulu ganga út, tey, sum hava gjørt gott, til lívs uppreisnar, og tey, sum hava gjørt ilt, til dóms uppreisnar.
Fyrigeving syndanna – uppreisn likamsins – og ævigt lív. Soleiðis enda vit, tá ið vit játta trúgv okkara. Endurfødd til livandi vónar fyri uppreisn Jesu Krists frá deyðum.
So er tað eingin vanlukka at síggja sítt egna likam farast, ei heldur at siga farvæl við gamlar vinir og fylgja teimum til gravar. Dagurin er ikki so fjarur, tá ið tað er Jesus sjálvur, ið tekur til orðanna.
So leggi eg meg í Jesu navn,
hann vakir við deyðans strendur;
tá morgunin rísur, eg nái havn,
har syngjandi skarin stendur;
tá kyssa eg skal í sælum gleim
tær naglamerktu hendur.
(HMS 574,6)