Vit sleppa at síggja hann

Skrivað: Øssur Kjølbro

“Eg síggi hann, tó ikki nú, eg hómi hann, tó ikki í nánd. Stjørna rennur upp av Jákupi, veldissproti rísur av Ísrael” (4 Mós 24,17a).

Orðini omanfyri eigur spámaðurin Bileam, og versið er partur av tí løgnu frásøgnini um Bileam og Bálak í Fjórðu Mósebók 22-24. Ísraelsfólk hevur reikað um í oyðimørkini í 40 ár, men nú tey nærkast lovaða landinum, gongur leiðin gjøgnum Móab. Bálak kongur rindar tí Bileami úr grannalandinum Amman fyri at koma og banna Ísrael.

Men Bileam fær ikki bannað ísraelsfólki. Gud forðar honum við at lata hann hóma inn í Guds ósjónliga heim. Og úrslitið er, at Bileam heldur má vælsigna Ísrael fýra ferðir.

Bileam sær ikki einans eitt troytt nomadafólk, sum hevur reikað um í oyðimørkini í áravís. Nei, Gud letur hann hóma sínar stóru ætlanir við hesum fólki. Ikki minst sær Bileam langt frammi í tíðini eina stjørnu, ið rennur upp, og ein veldissprota – ein kong!

Tá Gud skal verja sítt treiska ognarfólk, fer hann altso so langt, at hann letur ein heidnan spámann síggja ta loysn, sum Gud hevur í hyggju. Tað sama gjørdi Gud næstan hálvtannað túsund ár seinni, tá hann lat nakrar heidnar stjørnuspámenn úr Eysturlondum síggja eina stjørnu, sum fekk teir at fara ta langu leið til Jerusalem at spyrja eftir tí nýfødda jødakonginum, ”tí teir høvdu sæð stjørnu hansara har eysturi” (Matt 2,2). Mundu vísmenninir vera eftirkomarar hjá teimum fólkum, ið vildu hava Bileam at banna Ísrael?

Nú vit hava advent uppaftur 2.000 ár seinni, vita vit, hvønn vit vænta, tí hópur av eygnavitnum var saman við Messiasi, tá hann endiliga kom. Og tey bóru okkum frásøgnina, so at vit kunnu síggja hann við okkara trúareygum: At eisini okkum er ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði!