Andin gevur fyrigeving og lív

Leygardagarnar í summar hevur Trúboðin gjøgnumgingið sokallaðu ápostólsku trúarjáttanina, sum við fáum, men vælvaldum orðum samanfatar, hvat Bíblian sigur um Gud. Steðgað hevur verið stutt við hvønn einstakan lið í játtanini. Hetta er síðsta greinin í røðini, sum varð prentað í blaðnum í 2012.

Vit eru komin til síðsta part av trúarjáttanini: “… fyrigeving syndanna, uppreisn likamsins og lív um aldur og ævir.”

Fyrigevingin er kjarnin

Fyrigeving fyri allar syndir okkara vegna Jesu deyða og uppreisn er kjarnin í kristnu trúnni. Hon er inngongd til kristna lívið og grundarlagið undir tí, heilt til okkara doyggjandi dag!

Tað er Heilagi Andin, sum kallar okkum syndarar til Kristus við gleðiboðunum um frelsu í fyrigeving synda okkara (Luk 1,77).

Frá fyrstu hvítusunnu til Jesu afturkomu er Andin Guds talsmaður á jørð.

Av kærleika sínum er hann virkin fyri at vinna øll menniskju aftur til sín. Vit, sum hava fingið lut í fyrigevingini, eru einki minni enn Guds starvsfelagar í hesi missión hansara (1 Kor 3,9).

Vit skulu rísa upp likamliga

At Jesus ein dag skal reisa okkum upp likamliga, er ein grundleggjandi partur av kristnu trúnni. Hon er sostatt ikki í tráð við grikska filosofi, sum skilir ógvuliga sterkt millum likamið, sum er skitið og lítilsvert, og sálina, sum er rein, dýrabar og ævig (Jóh 5,28-29).

LES EISINI  Hann spurdi, um hann kundi hálsfevna kvinnuna, sum drap beiggja hansara

Sambært kristnu trúnni skiljast likam og sál at, tá menniskjað doyr likamliga, men bert fyri eina tíð, til Jesus reisir alt menniskjað upp á uppreisnardegnum. Kristna menniskjað fær eitt uppreisnarlikam, eitt dýrdarlikam eins og Jesus, óforgeingiligt og ódeyðiligt. Tað er eitt fullkomið menniskja við likami, sál og anda.

“Stóri uppreisnarkapitulin” (1 Kor 15) talar um hetta. Tað forgeingiliga kann ikki arva óforgeingiligleika (ø. 50), men tað forgeingiliga verður tó klætt í óforgeingiligleika (v. 53). Vit fáa eitt nýtt likam, tó verða vit somu persónar og kenna hvør annan aftur.

Hugo Odeberg sigur, at uppreisn okkara merkir, at “øll tann menniskjaliga persónsmenskan verður endurreist í fullkomnum skapi. Tað inniber, at einki av tí, sum er menniskjans egna, skal mangla.”

Vit skulu rísa upp við øllum okkara persóni, tó fullkomiliga uttan synd ella brek.

Alt hetta skyldast, at Jesus reis upp. Hann var “frumgróðurin”, sum slóðar veg og boðar, at meira kemur (20. vers). Eins og vit øll doyggja, tí vit eiga lut í syndafallinum, soleiðis skulu vit øll rísa upp, so satt vit eru í Kristi, sum doyði og reis upp fyri okkara skuld (21.-22. vers). Deyðin hevði hvørki rætt ella vald at halda Jesusi, og kann tí heldur ikki halda tær, sum trýr á hann (2 Kor 4,14; Róm 8,11; Kol 3,4; Ef 1,19-20).

LES EISINI  Við ársenda er gott og rætt at venda sær til Guds

Í trúnni sameinir Heilagi Andin okkum við Jesus. Tað, sum er galdandi fyri hann, er eisini galdandi fyri okkum. Vit eru deyð við honum burtur frá syndini og djevlinum og síðani reist upp saman við honum til ævigt lív. Og fullu og fullkomnu avleiðingarnar av hesum veruleika uppliva vit, tá Jesus kemur aftur.

Trúgvin á uppreisn likamsins má ávirka okkara sýn á mannakroppin. Gud skapti kropp okkara og skal ein dag endurreisa hann fullkomiliga. Tí mugu vit eisini virðismeta og røkja kroppin sum Guds góða skaparaverk.

Vit skulu liva ævigt

Vit trúgva at enda eisini, at eitt ævigt lív er. At hetta jarðiska lívið ikki er alt. Men eisini, at Gud gevur okkum ævigt lív, av náði, við trúnni á Jesus, vegna fullgjørda frelsuverk hansara. Sál og likam skulu sameinast aftur og liva í ævir.

Tí er kristna trúgvin eisini ein uppreisnarvón. Vónin er livandi, tí hon knýtir seg til Jesus, sum livir og aldri kann doyggja aftur (Róm 6,9).

LES EISINI  Eg avnokti djevulin

Kristna trúgvin er tí eisini ein trúgv á, at Gud skal skapa eina nýggja jørð og nýggjar himlar, har alt tað illa er burtur og rættvísi skal búgva ístaðin (Opb 21,1-8; 2 Pæt 3,13).

Hesa vón eigur tó bert tann, ið trýr á tann krossfesta og upprisna Jesus Kristus.

Alt Guds orð ger púra greitt, at tann, ið ikki er í Kristi, heldur ikki eigur lut saman við honum.

Vantrúgvandi menniskjað rísur eisini upp, men tað verður ikki til lívs uppreisnar, men tvørturímóti til dóms uppreisnar (Jóh 5,28-29; Mark 9,43-49). Trúarjáttanin er tí eisini eitt kall til at venda um til Kristus og søkja sær bjarging frá honum.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina