Andin leiðir til Kristus

Leygardagarnar í summar gjøgnumgongur Trúboðin sokallaðu ápostólsku trúarjáttanina, sum við fáum, men vælvaldum orðum samanfatar, hvat Bíblian sigur um Gud. Steðgað verður stutt við hvønn einstakan lið í játtanini. Greinarøðin varð prentað í blaðnum í 2012.

“Eg trúgvi á Heilagan Anda…”

Í hesi grein verður í stuttum nomið við virksemi Heilaga Andans.

Andin leiðir til Kristus

Fremsta uppgáva hjá Gudi Heilaga Anda er at kalla menniskju til Gud Son, so tey við honum gerast børn hjá Gudi Faðir. Við øðrum orðum leiðir Andin fólk til Jesus Kristus. Soleiðis lærdi Jesus lærusveinarnar um Andan, sum hann lovaði at senda teimum eftir himmalsferð sína.

Andin tekur frá Jesusi og gevur okkum (Jóh 16,14).

Hann kunnger gleðiboðini um Jesus og dýrmetir á tann hátt Jesus.

Hann er talsmaðurin, sum minnir okkum á Jesu orð og verk og vitnar um hann (Jóh 14,26; 15,26). Tí Kristus fullgjørdi frelsuverkið á Golgata, men Andin má skapa trúgv á Kristus í hjartanum hjá tí einstaka, um tað skal gagna. Ja, Andin býr enntá sjálvur í hjarta okkara við trúnni (Jóh 14,16-18; 1 Kor 3,16; 6,19).

LES EISINI  Hans-Ole Bækgaard: Heilagi Andin, samkoman og eg – eitt lív fyri Kristus

Luther útleggur 3. trúargrein í Lítlu Katekismus soleiðis: “Eg trúgvi, at eg ikki av egnum viti ella mátti kann trúgva á Jesus Krist, harra mín, ella koma til hansara; men tað er hin Heilagi Andin, sum hevur kallað meg við evangeliinum, hevur lýst mær við gávum sínum, hevur halgað meg og hildið mær uppi í teirri rættu trúnni, líkasum hann kallar, savnar, upplýsir, halgar alt hitt kristna kirkjuliðið í heiminum og heldur tí uppi í Jesusi Kristi við teirri sonnu, einastu trúnni.”

Andin skuldi eisini leiða ápostlarnar soleiðis, at boðskapurin um Jesus varð varðveittur til seinni ættarlið. Ja, enn var nakað eftir at læra ápostlarnar, men tí skuldi Andin taka sær av (Jóh 16,12-13).

Andin og Kristus og Orðið

Andin leiðir til Kristus, ja, er ongantíð virkin uttanum Kristus! Tí tað er ígjøgnum Kristus, at Gud hevur sagt og víst okkum, hvør og hvussu hann er. “Lovaður veri Gud og faðir várs Harra Jesu Krists, sum hevur vælsignað okkum við allari andligari signing á himnagrundum í Kristi” (Ef 1,3).

Ein kann hoyra boðan, har einhvør signing verður lovað okkum uttanum Kristus, “bara” ígjøgnum Andan.

Sum um Andin hevur eina sjálvstøðuga fyritøku við síðuna av tænastuni fyri Kristus.

Hetta er ikki í tráð við Bíbliunnar læru, tí Andin tekur altíð av tí, sum er Krists, og gevur okkum.

LES EISINI  Spottan ímóti Heilagum Anda

Tann, ið trýr á Jesus, eigur støðugt at lata seg fylla av Andanum. Eitt kristnilív er ikki statiskt, men dynamiskt, tí tørvar støðugt nýggja orku og megi. Eisini her nýtir Andin boðanina um Kristus. Andin fyllir okkum við Kristus-gleði og takksemi (Ef 5,18-21).

Tí Andin virkar ikki bert samstundis sum orðið, men ígjøgnum orðið um Kristus (Róm 10,17)! Við orðinum fremur Andin verk sítt. Tí Andin býr í Guds orði, sum tí ongantíð er deytt, men altíð er livandi, máttmikið og virksamt (1 Tess 2,13, Hebr 4,12, 1 Pæt 1,23). Tvørturímóti eru vit syndarar deyð, um ikki Andin og orðið gera okkum livandi.

Andans ávøkstur

Andin skapar eisini ávøkstur í lívi teirra, sum trúgva á Jesus. Hann er virkin í sinni og persónsmensku okkara og myndar okkum støðugt at líkjast Jesusi. Ávøkstur Andans er kærleiki, gleði, friður, langmóð, mildi, góðvild, trúskapur, spakføri og fráhald (Gal 5,22-26).

Andin ger út til tænastu

Ein og hvønn, sum trýr á Kristus, kallar Heilagi Andin eisini til tænastu fyri Kristus. Andin ger okkum eisini sjálvur út til hesa tænastu. Eins og eitt likam hevur fleiri limir, hevur Krists likam – hansara Kirkja/Meinigheit – fleiri limir (einstøk kristin). Andin gevur hvørjum einstøkum limi eina ella fleiri náðigávur (1 Kor 12-14). Hann gevur okkum evni, førleikar og styrki til tænastuna. Men gávurnar verða givnar okkum til at tæna meinigheitini við. Á sama hátt sum eitt nú eygu og hendur okkara tæna øllum kroppinum at virka. Eingin limur er settur á likamið bert fyri at tæna sær sjálvum.

Á sama hátt eru náðigávurnar ikki givnar okkum at vera okkara privata upplivingargoymsla, men fyrst og fremst at tæna hinum við.

Andans náðigávur eru ógvuliga ymiskar, eins og likamslutir eru. Tó tæna allar sama yvirskipaða endamáli, at alt likamið verður styrkt og uppbygt og fær útint sínar uppgávur best møguligt.

LES EISINI  Andin gevur fyrigeving og lív

 

Næsta grein snýr seg um trúnna á kristnu kirkjuna.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina