Asia Bibi ikki fræls enn: Stjórnin í Pakistan boyggir seg fyri trýsti frá víðgongdum islamistum
Málið um Asia Bibi, kristnu mammuna í Pakistan, sum fyrst varð dømd til deyða fyri gudsspottan og sat átta ár í fongsli og bíðaði eftir avrætting, men síðani varð fríkend í hægsta rætti í seinastu viku, er ikki av enn, skriva bæði CNN og British Pakistani Christian Association.
Av trygdarávum er Asia Bibi ikki leyslatin enn, hóast tað ljóðaði fyri vikuskiftið. Og nú hevur stjórnin boygt seg, eftir nógvan ófrið seinastu fýra dagarnar, sum meira ella minni hevur lagt landið lamið. Forsætisráðharrin Imran Khan hevur alment sagt, at hægstarættardómurin stendur við, og herurin hevur ávarað mótmælisfólkini um, at lóg og landaskil skal valda, men nú hevur stjórnin kortini gjørt semju við víðgongda islamistiska flokkin Tehreek-e-Labbaik, sum hevur staðið á odda fyri mótmælunum.
Millum annað hevur stjórnin lovað, at hon ikki fer at mótmæla, um Tehreek-e-Labbaik biðir um, at Asia Bibi verður sett á ein lista yvir persónar, sum ikki sleppa at fara úr landinum. Verji hennara hevur annars sagt, at Asia Bibi og familja hennara av trygdarávum noyðast at flyta til eitt vesturlendskt land. CNN hevur skilt, at í minsta lagi tvey lond vestanfyri hava bjóðað Asia Bibi friðskjól, men British Pakistani Christian Association sigur hinvegin, at einki land vestanfyri enn hevur bjóðað henni friðskjól. Verður Asia Bibi sett á henda listan, kann tað merkja, at hon í roynd og veru verður verandi líka ófræls sum áðrenn, og enntá kann verða sett aftur í fongsul og tí heldur ikki verður sameind við mann og børn síni.
Í dag fer Tehreek-e-Labbaik so at handa hægsta rætti mótmæli ímóti, at Asia Bibi varð fríkend, sigur British Pakistani Christian Association, sum eggjar kristnum um allan heim at biðja fyri Asia Bibi.