At liva í vísdómi

Hvat er títt IQ? Eg veit ikki, hvat mítt er, men havi heldur ikki ein stóran tørv á at vita tað. Tað munnu ikki vera nógv “vanlig” fólk, sum vita, hvat sítt IQ er, men vit vita um fleiri menn og kvinnur, sum hava eitt ómetaliga høgt IQ, ið merkir, at tey eru sera klók.

 

Beinta Bergsdóttir og Heidi Karolina Midjord skriva:

 

Hvat tað er, sum ger, at fólk eru klókari enn tað vanliga, er treytað av ílegum, og so kann umhvørvið eisini spæla ein stóran leiklut. Men tað kunnu vera nógvar frágreiðingar av vísdómi. Tú kanst ganga í skúla ein stóran part av tínum lívi, og læra um alt frá at dividera, um kendar heimspekingar, at tulka yrkingar, læra um lívið hjá Freud og at finna x. Krav er í Føroyum, at børn skulu ganga í 1. til 9. flokk, og síðani fara tey flestu í student, handilsskúla ella tekniska skúla. Eftir tað er eisini meira enn vanligt, at føroyskur ungdómurin fer til Danmarkar ella onnur lond at lesa víðari í 3-5 ár, ja, summi enntá longri, og tá eigur tú at vera sera vís/ur. Ella?

Ymiskt er, hvat vit duga. Summum fellur lættari at gera ymiskt við hondunum, ímeðan onnur duga betri at rokna ella skriva. Tá man eitt nú gongur í fólkaskúla, fáa næmingarnir eina uppgávu at loysa, og síðani skal lærarin geva próvtal fyri avrikið. Tað er ein uppgáva, sum verður givin, og skulu allir næmingarnir loysa ta somu, hóast næmingarnir eru ymiskir, soleiðis sum teir hugsa. Tí kann vera torført at siga, hvør er klókur og hvør ikki er, tá vit øll eru so ymisk og hava ymiskar eginleikar og áhugamál. Einstein segði einaferð:

“Everybody is a genius. But if you judge a fish by its ability to climb a tree, it will live its whole life believing that it is stupid.”

Leysliga týtt segði hann, at øll eru vit flogvit, men um tú dømir ein fisk eftir hansara førleika at klúgva upp í eitt træ, so fer hann alt sítt lív at halda, at hann er býttur.

(Mynd: Pixabay)

Hvat sigur kristindómurin um vísdóm?

Jú, vísdómur verður heilt víst tosað um í Bíbliuni. Men vísdómurin verður lýstir uppá ymsar mátar. Tað fyrsta, sum kemur til hugs, tá tosað verður um vísdóm, er vitan. At lesa og minnast tað, man hevur lisið, jú meira tú veist, jú klókari ert tú. Men hvat so við, hvussu vit liva okkara lív? Vísdómur kann eisini vera, at tú dugir at vera góður við næsta tín, og at tú ert ein fyrimynd fyri onnur menniskju, við tað at tú millum annað ert ein góð hjálp, tá á stendur, at tú veitst, hvat tú skalt siga, tá tú skalt siga tað, ella at tú veitst, nær tú skalt tiga. Jesus boðaði frá um kærleika, tá hann gekk her á jørðini, hann tosaði nógv um at elska sín næsta sum sjálvan seg og um at hugsa gott um onnur, um heldur at vera ein hjálpandi hond enn ein spillandi tunga.

LES EISINI  Lívsvísdómur

Í Matteus 22,35–39 stendur: ”Meistari, hvat er hitt stóra boðið í lógini? ”Men hann segði við hann: ”Tú skalt elska Harran, Gud tín, av øllum hjarta tínum og av allari sál tíni og av øllum huga tínum!” Hetta er hitt stóra og fyrsta boðið. Men eitt annað er enn, ið er hesum líkt: ”Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg!”

Nógv stendur í Bíbliuni um at elska næsta sín. Tú skalt ikki bert elska hann eitt sindur, men sum sjálvan teg. Mong høvdu nokk hildið, at tað at elska næstan ikki er tað sama sum at vera klók/ur, men heldur ein eginleiki, ið er góður at hava, og alneyðugur, um tú skalt vera eitt gott menniskja.

Men vísdómur er ikki bert, hvat vit vita, heldur hvussu vit fara við øðrum, sum vit liva saman við her á jørðini.

At liva og gera

Jákupsbrævið 1,5-6: “Men um einumhvørjum av tykkum fattast vísdóm, tá biði hann Gud, sum gevur øllum gjarna og uttan átalur, og honum skal verða givið. Men hann biði í trúgv og ikki ivandi; tí at tann, sum ivast, er líkur eini sjóvaraldu, sum reisist og fer undan vindinum.”

Tað kunnu vera dagar, tá vit koma í støður, har vit ikki vita, hvussu vit skulu bera okkum at. Vit kunnu hava nógva vitan um øll lívsins viðurskifti, men kunnu ikki seta okkum inn í tað, fyrr enn vit sjálv hava verið ígjøgnum tað. Tað kann vera lætt at gera sær eina fatan av, hvussu tað til dømis er at missa ein kæran, men vit vita ikki, hvussu sorgin kennist, fyrrenn vit sjálv hava møtt henni. Vit læra frá ungum av at fyrireika okkum til allar møguligar støður, ið vit kunnu koma út fyri í lívinum, men torført kann vera at vita, hvat vit gera í einari nýggjari støðu, ið vit ikki hava verið út fyri áður. Tá er hent at hava ein góðan vin í himli at heita á og spyrja um ráð. Hesi ráð frá Gudi kunnu koma í alskyns skapum og litum, sum vit ikki høvdu ímyndað okkum, og tá er týdningarmikið, at vit duga at lurta, at taka ímóti tí stuðli, sum Gud gevur okkum, tá á stendur og okkum tørvar vitan um, hvussu vit skulu gera.

(Mynd: Gerd Altmann á Pixabay)

Vitan og trúgv

“Men trúgv er treyst í tí, sum vónað verður, sannføring um teir lutir, sum ikki eru at síggja” (Hebr 11,1).  Kristindómurin er ein trúgv, og sum kristin trýrt tú á Gud, at Jesus gekk her á jørðini og síðani doyði fyri okkara syndir. Tú veitst einki við vissu men trýrt, at ein dag skalt tú sleppa at ganga á gullgøtum, tá títt lív her á jørð er sløknað. Men hvussu hongur tað saman við vísdómi? Vísdómur er ikki bert tað, sum er hent, men heldur hvat gongur fyri seg nú, og hvat er í væntu í framtíðini. At vit ikki bert vita tað, sum er farið, men at vit eisini duga at liva sum góð menniskju á tí jørð, sum er givin okkum, og at sjálvt um vit liva eitt lív í vísdómi, at vit minnast til at liva dagin til fulnar og hava í huga, at ein dag sløknar okkara ljós.

LES EISINI  Lívsvísdómur

 

Greinin varð prentað í Trúboðanum nr. 7/2015

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina