Bakarahjún sleppa undan at rinda risaupphædd fyri at fylgja trúgv síni

Eini hjún frá Oregon mistu bakaríið og vórðu noydd at rinda 135.000 dollarar (um 900.000 krónur) til partin, sum hevði verið fyri órætti, tí at tey høvdu noktað at gera eina brúdleypskaku við einum teksti, sum hálovar samkyndum hjúnalagi. Nú hevur hægstirættur í USA ógildað dómin.

Hægstirættur avgjørdi mánadagin, at Aaron og Melissa Klein kortini ikki skulu rinda bótina fyri at nokta at gera eina kaku til eitt samkynt brúdleyp í 2013. Hægstirættur sendi málið aftur til yvirrættin í Oregon til “meira umhugsan”, vísandi til eina avgerð frá 2018 í málinum “Masterpiece Cakeshop v. Colorado Civil Rights Commission”.

Í málinum frá Colorado sló rætturin fast við sjey atkvøðum fyri og tveimum ímóti, at staturin Colorado hevði ein “antireligiøsan mótvilja” móti bakaranum Jack Phillips frá Masterpiece Cakeshop, “sum stríðir ímóti stýrisskipanini”. Phillips varð revsaður fyri at sýta fyri at gera eina kaku til eitt samkynt brúdleyp.

“Tað at lýsa trúnna hjá einum manni sum “eitt av teimum mest andstyggiligu sløgunum av retorikki, sum fólk kunnu nýta”, er at niðurgera átrúnað hansara uppá í minsta lagi tveir mátar: Við at lýsa hann sum andstyggiligan og harumframt við burturav at sermerkja hann sum retorikk – sum nakað óviðkomandi og enntá óreiðiligt”, skrivaði dómarin Anthony Kennedy í málinum móti Masterpiece. Dómarin staðfesti, at rætturin skal fremja lógina hjá Colorado móti mismuni, sum skal verja borgararnar móti mismuni bæði vegna átrúnað og kynsligan samleika.

LES EISINI  Kristnu bakararnir vunnu í hægsta rætti

Verjin hjá bakarahjúnunum frá Oregon, Kelly Shackelford, segði í oktober í fjør, at málið snýr seg um frælsi at siga sína hugsan.

– Framsøgufrælsi hevur altíð fevnt um rættin til ikki at frambera boðskapin hjá stjórnini. Hetta málið kann gera greitt, hvørt ein útsøgn veruliga er fræls, um stjórnin hevur kravt hana, sló verjin fast.

 

Kelda: Udfordringen

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina