Barnahjálp nýtt navn og búmerki

ABC barnahjálp fer framyvir at virka undir hjánavninum “Føroyska barnahjálpin” og er nú sjálvstøðugur føroyskur hjálparfelagsskapur. Arbeiðið er óbroytt og heldur fram á sama hátt, sum frammanundan.

ABC barnahjálp í Føroyum varð stovnað í desember 2006 í samstarvi við ABC barnahjálp í Íslandi sum ein partur av ABC barnahjálp International.

Orsakað av broytingum í íslendska felagsskapinum, gjørdi føroyska nevndin av at broyta viðtøkur og navn og gerast sjálvstøðugur føroyskur felagsskapur.

Barnahjálpin, sum felagsskapurin oftast hevur verið nevndur, stuðlar umleið 200 einstøkum børnum í ávikavist Liberia, Senegal, Pakistan og á Filipsoyggjunum. Í India stuðlar Føroyska barnahjálpin einum skúlaflokki og í Kenya einari familju. Ætlanin er eisini at fara undir at stuðla einstøkum børnum har.

Tað kostar 200-300 krónur at stuðla einum barni við skúlagongd. Á heimasíðuni, www.barnahjalp.fo, finnast upplýsingar um stuðulsskipanina. Í handlum kring landið standa bússur hjá Føroysku barnahjálpini. Enn hava tær navn og búmerki hjá ABC barnahjálp, men hetta verður broytt, so hvørt bússurnar verða skiftar út.

Tað er Hans Jákup Elkjær, grafiskur sniðgevi hjá Krea, sum hevur gjørt búmerkið.