Bíbliuskeið: Okkara lív skal svara til tað, vit trúgva á 

Í hesum døgum eru omanfyri 100 fólk samlaði til bíbliuskeið í Nesvík. Í ár er Jákupsbrævið í brennideplinum og teir spurningar, sum vit kunnu sita eftir við, tá ið vit hava lisið brævið. 

Undirvísari er Jóannis Fonsdal, sóknarprestur við Emdrup kirkju í Keypmannahavn. Og hann sigur, at Jákupsbrævið eftir øllum at døma er elsta ritið í NT og gevur okkum innlit í tað, sum hendi í byrjanini av kristnu søguni, meðan tað enn mestum bara vóru jødakristin.  

– Tað er á ein hátt eitt eitt sindur løgið bræv. Jákupsbrævið snýr seg meiri um kristna siðalæru enn um kristna trúarlæru. Tað snýr seg meiri um tað praktisku síðuna av kristindóminum, tað kristna lívið, greiðir Jóannis Fonsdal og heldur fram: 

– Trúgvin er sjálvandi tað berandi gjøgnum alt brævið, hóast innihaldið snýr seg um nógv praktisk viðurskifti. Ein hevur sagt tað soleiðis: “Jákup talar meiri SUM Jesus enn UM Jesus.” Um ein lesur Jákupsbrævið og hevur Jesu fjallatalu við síðuna av, so sæst, at Jákup er sera ávirkaður av Jesu undirvísing. Brævið hevur havt eina serstaka lagnu. Tað kom við neyð og deyð inn í Bíbliuna, og leingi var ósemju um brævið. Luther metti ikki, at tað var eitt satt bíbilskt bræv. Trupulleikin hjá Lutheri var, at hann ikki sá, at teir gerningar, Paulus avvísur sum frelsugrundarlag (teir deyðu lógargerningarnir) eru nakað heilt annað enn teir gerningar, Jákup “krevur” sum prógv fyri eina sanna trúgv, t.e. trúarinnar ávøkstur. Í veruleikanum eru Paulus og Jákup samdir.  

LES EISINI  Spennandi bíbliudagur í Nesvík 29.august

Jóannis Fonsdal heldur, at tað týdningarmesta vit kunnu læra av Jákupsbrævinum er, at talan er um eitt áminnandi bræv um at okkara lív skal svara til tað, vit trúgva á.  

– Altátturin í brævinum er at vit skulu liva eitt samanhangandi lív, eitt heildarlív, í lýdni móti Gud og at trúgvin er ónýtt uttan gerningar (2,20). Rættvísgeringin er sjálvandi av trúgv, men tann rættvísgerandi trúgvin er ein livandi trúgv, sum føðir góðar gerningar og vísir seg í lýdni yvirfyri Gudi. 

Bíbliutímarnir verða tiknir upp og komandi vikurnar verður teir lagdir út á Trúboðan. Fyrsti bíbliutímin hevur yvirskriftina “Á ferð inn í Jákupsbrævið” og kemur út mikudagin 31. august. 
 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina