Bíbliutími mikukvøldið klokkan 20.00

Mikukvøldið fara vit at senda ein bíbliutíma her á trubodin.fo.

Miðlarnir royna at fáa meir og meir andaligt tilfar til børn, ung og eldri í hesi koronatíðini. Vit hava sent sunnudagsskúla, ungdómsmøti og sunnukvøldsmøti og í morgin fara vit at senda ein bíbliutíma!

Jógvan Højgaard hevur filma ein bíbliutíma, sum vit fara at senda klokkan 20.00 í annaðkvøld. Jógvan fer at tosa um evnið: “Hvat kunnu vit læra av Barnabas”.

LES EISINI  Missiónsvikan á Tvøroyri byrjar mikudagin
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina