Bíggjar kirkja 150 ár
Stutt eftir hálvan mai í 1865 fóru menn í holt við at byggja nýggju kirkjuna í Bø. Arbeiðið tók fimm mánaðir, og kirkjan stóð liðug 16. oktober sama ár. Sambært bókini ‘Eldru hválvkirkjurnar’ eftir J.P. Gregoriussen, var tað Jens Christian Heinesen úr Sørvági, sum stóð fyri arbeiðinum. Kirkjan er 18 alin til longdar og 11 alin breið.
Sangløta seinnapartin
Dagurin verður hildin sunnudagin 18. oktober. Tá verður hátíðargudstænasta við Jógvani Fríðriksson, biskupi.
– Eitt manskór úr Havn fer at syngja undir gudstænastuni. Seinnapartin klokkan 17.00 verður sangløta í kirkjuni, har Tórfríð Tausen, Erla Poulsen og Bjarta Arge fara at syngja, sigur Gunnvør Niclasen, forkvinna í kirkjuráðnum í Bø.
Aftaná verður ein góður biti at fáa í Pakkhúsinum, har øll eru hjartaliga vælkomin.