Biskupar á Filipsoyggjum biðja um fyrigeving fyri tøgn sína

Undir blóðuga áganginum hjá Duerte forseta á rúsevnismisnýtarar og álopum á kirkjuna, hava katólsku biskuparnir á Filipsoyggjum verið rættuliga tigandi. Men nú taka teir blaðið frá munninum.

Stívliga 80 prosent av fólkinum á Filipsoyggjum, ið er 105 milliónir í tali, eru rómverskir katolikkar. Kortini hevur tað verið sera lítið at hoyrt frá størsta bólkinum av katólskum biskupum í landinum um viðferðina hjá Rodrigo Duerte, forseta, av Gudi og kirkjuni og hansara harðliga stríði móti rúsevnum.

Nú taka biskuparnir blaðið frá munninum, og í einum pastoralum brævi seinasta mánadag biðja teir um fyrigeving fyri sína drúgvu tøgn, skrivar Christian Today.
– Fyrigevið okkum, at tað tók so langa tíð at finna okkara felags rødd, skrivar Catholic Bishops’ Conference of the Phillippines (CBCP) í brævinum. – Okkum tørvaði eisini at fáa vegleiðing í bøn og innliti, áðrenn vit kundu vegleiða tykkum.

Frammanundan hava bara nakrir einstakir biskupar latið hoyra frá sær, skrivar Christian Today.

“Ørkymlandi mál”

Kirkjan hevur sera stóra ávirkan og er ein týdningarmikil kelda til vegleiðing á Filipsoyggjum, og biskuparnir eru kendir fyri at lata hoyra frá sær í krepputíðum og fyri at forða fyri ranglæru.

Teirra tøgn viðvíkjandi atfinningunum hjá forsetanum móti kirkjuni og Gudi, og hansara blóðuga stríði móti rúsevnum, hevur gjørt, at fólk hava sett spurnartekin við teirra samlyndi og virðisskyldu.

Í brævinum, sum hevur yvirskriftina ‘Conquering Evil with Good’ ásanna biskuparnir sína tøgn viðvíkjandi “ørkymlandi málum, sum tú kanska hevur kent, at tú hevur havt fyri neyðini at fáa okkara andligu og pastoralu vegleiðing í”.

Biskuparnir taka í brævinum frástøðu til uppskot frá teimum sameindu hjá Duerte forseta um at lækka kriminella revsingaraldurin hjá børnum, og søgdu, at ein “harðskapsmentan hevur so líðandi fingið fótafesti í landi okkara”, og vístu eisini til bumbuspreingingina í eini kirkju seinasta sunnudag, sum kravdi fleiri mannalív.

Fátøk verða dripin

Biskuparnir skriva, at teir skilja tørvin á at stríðast móti kriminaliteti og rúsevnum, men vórðu stúrnir “tá vit byrjaðu at hoyra, at tey allarfátækastu vórðu harðliga dripin, um tað bert var ein illgruni um, at tey vóru smábrúkarar ella seldu rúsevni”, meðan teir stóru brotsmenninir fingu frið.

Spurdur um brævið segði ein talsmaður hjá forsetanum, Salvador Panelo, at Duerte forseti tænir og verjir fólkið.
– Í staðin fyri at leypa á forsetan (…) vil eg heldur, at teir skriva eina váttan um, at teir biðja um, at arbeiðið hjá forsetanum skal eydnast, segði hann.

Orðafloymurin hjá forsetanum mótvegis katólsku kirkjuni er væl kendur. Hann sigur seg vera kynsliga misnýttan av einum presti og hevur tí kallað Gud býttan, lýst læruna um heilagu tríeindina sum fjákuta og hevur ákært biskupar fyri at fjala, at teir eru samkyndir.

 

Kelda: KPK

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina