Boði til eg detti um
Stovnarin av Operation Mobilisation, George Verwer, varð kristin sum ungur, byrjaði at prædika, gavst í universitetinum fyri at fara á bíbliuskúla. Í nógv ár var hann leiðari fyri felagsskapinum, hann stovnaði, men tíðliga í øldini legði hann frá sær sum leiðari, og síðani hevur hann burturav boðað evangeliið. Í dag sigur hann, at hann ætlar at boða til hann dettur um.
– Eg var glaður og nøgdur, inntil ein Guds kvinna kom inn í mítt lív. Hon lærdi navnið hjá mær, og hon setti meg á sín bønarlista.
George sigur, at kvinnan, sum bað fyri honum, ikki bara bað um, at hann skuldi verða kristin; hon bað um, at hann skuldi verða trúboðari.
– Alt í OM, skip, toymi, TeenStreet, alt hesi 58 árini, hevur røtur í einari kvinnu, sum kendi máttin í bønini. Tá ið eg varð frelstur á einum møti hjá Billy Graham, var tað tað størsta í heiminum fyri meg. Eg varð sannførdur um, at Bíblian var sonn, so sjálvandi hugsaði eg, at øll í heiminum eiga at hava eina bíbliu. Og so fann eg útav, at nógv fólk ikki hava eina bíbliu, og at hon ikki fanst í summum málum.
Les alla samrøðuna við George Verwer í Trúboðanum, sum kom út fríggjadagin.