Bókahillin: 7 viðkomandi bøkur
Í sambandi við viku 6 hevur bókasølan Manna.fo bøkur, sum umtala evnini kyn, sex og samleika.

Skabt som kvinde
Eg eri ovurfegin. Hendan bókin hevur avgjørt mangla í mínum lívi og í míni bókreol. Sjáldan havi eg lisið eina bók, sum so væl hjálpir mær at síggja mítt lív úr Guds sjónarhorni. Eg kenni meg aftur og avbjóðaða av bíbilsku frásøgnunum og teimum persónligu søgunum, sum høvundurin greiðir frá.
Tað gevur samleika og sjálvsvirði at síggja meg sjálva við Skaparans eygum, og bókin hjálpir mær til at gleða meg um mín seksualitet sum eina góða gávu frá Gudi. Bókin er vælegnað at brúka sum útgangsstøði í samrøðum millum bæði vinkonur og unnusta ella hjúnafelaga. Allar kvinnur frá umleið 20 árum og uppeftir fara at fáa gleði av at lesa og arbeiða við hesi bók.
(Vibeke Sode Hjorth)
Rithøvundur: Ute Buth
Forlag: Logos Media
Útgivin: 2016
Blaðsíður: 228
Kr 250,00
Skabt som kvinde — Manna.fo

Skabt som mand
Henda bókin er ein avbjóðing – ein avbjóðing til at liva treyst og kærliga sum maður, soleiðis sum Gud hevur ætlað tað. Men tað er ikki lætt fyri okkum menn at halda eina støðufasta kós á kynsliga økinum Hvønn dag eru nýggj kynslig tilboð, ikki minst á internetinum, og tað leiðir nógvar menn í freistingar og stórar hjúnalags- og lívskreppur.
Matthias Burhenne eggjar okkum til at síggja veruleikan í eyguna og nevna syndina við navni, so hon missir sín mátt. Men hann ger meira enn tað.
Hann fevnir breitt og býður veruliga hjálp til at liva kynslívið á ein góðan hátt. Og hann gevur góð ráð um, hvussu eitt kærleikssamband, sum er
kólnað, kann fáa nýtt lív og nýggjan eldhuga.
Rithøvundur: Matthias Burhenne
Forlag: LogosMedia
Útgivin: 2017
Blaðsíður: 243
Kr 250,00
Skabt som mand— Manna.fo

Den nøgne sandhed om seksualitet
Tað er lætt at bera fram ein einfaldan boðskap um kristin og sex, men ta grøvina fellur Lauren Winner ikki í. Við skemti, opinleika og gudfrøðiligari dýpd trívur hon í spurningar, sum eru knýttir at okkara kynslívi, sama um vit eru støk ella gift.
Winner megnar eisini at turka dustið av einum gomlum orði sum kyskhed (reinleiki) og geva tí nýggja meining fyri kristin í dag.
Den nøgne sandhed om seksualitet er uppløgd at lesa hjá bæði støkum sum giftum kristnum – og hjá teimum, sum ráðgeva teimum.
Rithøvundur: Lauren F. Winner
Forlag: Credo
Útgivin: 2011
Blaðsíður: 231
Kr 250,00
Den nøgne sandhed om seksualitet — Manna.fo

Radikal kærlighed
Vit leita øll eftir kærleika og felagsskapi við onnur menniskju. Men tann nærleikin, sum vit tráa eftir, er trupul at røkka. Vit vilja fegin vísa øðrum menniskjum álit, men vit kenna okkum viðbrekin og eru bangin fyri at verða svikin. Ofta enda vit sjálv við at sára tey, sum vit elska mest. Vit eru ørkymlað og rótleys, og alt ov ofta kenna vit okkum sek á kynsliga økinum.
Nigel D. Pollock bjóðar okkum av til at liva djúptøkin kærleikslív, sum byggir á virðing og álit. Hann ynskir at hjálpa okkum til at liva eitt eyðsýnt og ektað kristinlív, har ið Kristus er ein veruligur munur. “Radikal kærlighed” er hugsað sum ein hjálp hjá øllum, sum hava tørv á góðari bíbilskari undirvísing og jarðbundnari og hentari hjálp til kynslív, parlag og staklív.
Rithøvundur: Nigel D. Pollock
Forlag: Lohse
Útgivin: 2005
Blaðsíður: 198
Kr 100,00
Radikal kærlighed — Manna.fo

Fra kaos til helhed
Ein frásøgn um kynsligan ágang.
Astrid Baun er uppvaksin í eini prestafamilju, har pápin á aðru síðini umboðaði Gud, men á hinari síðuni var pápin ein skemmari.
Bókin vísir hvørji árin kynslig misnýtsla hevur á børn, bæði stutt- og langsiktað.
Rithøvundur: Astrid Baun
Forlag: Lohse
Útgivin: 2009
Blaðsíður: 162
Kr 200,00
Fra kaos til helhed— Manna.fo

Sex Gud
Sex og Gud hoyra saman. Tey kunnu ikki skiljast sundur, sigur Rob Bell, tí at tann fysiski heimurin er so nær knýttur at einum djypri andligum veruleika. Og tí – um kynslív skal geva meining – mugu vit eisini tosa um Gud. “Sex Gud” hyggur at hesum sambandinum við yndi og sjáldsomum innliti.
Rithøvundur: Rob Bell
Forlag: ProRex
Útgivin: 2007
Blaðsíður: 207
Kr 169,00
Sex Gud — Manna.fo

Sex for begyndere
Hendan bókin kann fáa avgerandi týdning fyri byrjanina á tykkara hjúnalagi. Um tit ætla tykkum at giftast í næstu framtíð, ella júst eru vorðin tað, giti eg, at kynslívið fyllir rættuliga nógv í tykkara tonkum og kenslum. Men eitt gott kynslív kemur ikki av sær sjálvum. Tað skal lærast og krevur tryggleika, tíð og venjing. Tí skulu tit brúka hesa bók saman.
Tað eru nógv dømir, sum gera bókina bæði lætt lesiliga og nýtiliga. Lesið hana í smáum og tosið um tað, tit hava lisið. Fyri tykkum, sum eru gift, er tað upplagt at gera venjingarnar, og vita um tær eru nakað fyri tykkum.
Gud hevur givið kynslívið sum eitt kærleiksmál millum teg og tann, tú elskar. Bókin er ein góð hjálp til at pakka gávuna upp, og brúka hana upp á tann góða mátan. Til gagn og gleði fyri tín hjúnafelaga og teg – og til Guds æru”.
Vibeke Sode Hjorth, leder af AdamogEva.dk
Rithøvundar: Lise og Frederik Berggren Smidt
Forlag: Fokal
Útgivin: 2021
Blaðsíður: 199
Kr 250,00
Sex for begyndere — Manna.fo