Boko Haram avrættar kristin neyðhjálparfólk í Nigeria
Morning Star News upplýsir, at yvirgangsbólkurin Boko Haram í næstsíðstu viku almannakunngjørdi eitt videobrot, ið vísir avrættingina av tveimum kristnum neyðhjálpararbeiðarum í Nigeria.
Lawrence Duna Dacighir og Godfrey Ali Shikaham, sum báðir vóru limir í Church of Christ in Nations (COCIN) síggjast í videobrotinum liggjandi á knøum, meðan tríggir vápnaðir yvirgangsmenn í gekkaskorti standa aftanfyri teir.
Teir báðir ungu menninir, sum vórðu skotnir aftanífrá, vóru komnir til Maiduguri fyri at byggja hús til fólk, sum vóru rikin heimanífrá, eftir islamistiskan harðskap í økinum.
Ein av yvirgangsmonnunum greiddi á hausa-málinum frá, at teir fóru at drepa hvønn einasta kristnan, ið teir fingu fatur í, sum hevnd fyri teir muslimar, sum eru dripnar í undanfarnum samanbrestum í Nigeria.
Teir báðir dripnu vórðu eyðmerktir av einum skyldfólki, prestinum John Pofi frá COCIN-kirkjuni.
Kelda: Udfordringen