Bønarløta í Missiónshúsinum í Leirvík

Týsdagin 15 mars fara nøkur at fasta og biđja.

Serliga fyri støđuna í Ukraina, men sjálvandi eisini fyri annađ í okkara lívi.

Vit ynskja at bjóða tykkum at verða við í hesum, um tit hava hug. At fasta er ein møguleiki at eyðmýkja seg fyri Guði. Les hvat Ezra sigur í kap 8,21-24. Hvussu ein ynskir at fasta, tađ er upp til ein, men tađ er allan týsdagin. Onkur byrjar kanska longu mánadagin.

Týskvøldið 15 mars kl 20.30 til 21, samlast vit so til endans í missiónshúsinum til eina bønarløtu. Onkur kanska fastar frá mati, Onkur frá øllum sosialum miðlum. Onnur frá tíðindum ella skermi sum heild. Mátin man ger tađ, er upp til hvønn einstakan, men tađ má vera ein offring. Fastar man frá mati, so er upplagt at biđja og lesa, tá onnur fara í matarsteðg. Gjøgnum dagin, so fokusera uppá at biðja og søkja. Ja eisini, um man er til arbeiðis ella skúla. Steðgurin er eitt gott høvi til bøn.


Jesus fastaði, Ester fastaði og nógv onnur í bíbliuni fastaðu. Jesus segði, at nøkur ting kunnu ikki henda, uttan bøn og føstu. Tá vit fasta og søkja, so er møguligt, at vit uppliva meira styrki frá Guði og møguliga hoyra hann meira tíđiliga í bønum okkara.

Vælkomin at fasta saman við okkum týsdagin og sum skrivað, so kann man eisini byrja mánadagin.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina