Bønarvika fyri Sat-7 byrjar í dag
Sat-7 er kristilig sjónvarpsstøð, sum sendir sjónvarp á trimum málum (arábiskum, turkiskum og persiskum) á fimm ymiskum rásum til fólk um alt Miðeystur og Norðurafrika. Fleiri felagsskapir í Norðurlondum stuðla Sat-7. Millum annað stuðlar Simba, sum er barna- og juniorarbeiðið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, barnarásini, sum eitur Sat-7 Kids. Seinastu árini hava føroysk sunnudagsskúlabørn stuðla við millum 70.000 og 100.000 krónum árliga.
Næstu vikuna er bønarvika um allan heim fyri Miðeystri og Norðurafrika. Kirkjur, samkomur, felagsskapir og einstaklingar kring allan heim eru við í hesi bønarketu. Yvirskriftin yvir bønarvikuna hesaferð er: “Trúføst vitni í einum heimi í broyting”.
Hóast ósemjur, ófrið, kríggj og forfylging hava tey kristnu verið trúføst vitni millum sítt egna fólk upp ígjøgnum tíðirnar. Eggjað verður til at standa saman í bønini um, at tey kristnu mugu verða varðveitt í trúnni og at Guds ríki má ganga fram, hóast mótstøðu og ágang. Samstundis verður eggjað til at takka Gudi fyri møguleikarnar at bera gleðiboðini, gjøgnum kristiligt sjónvarp, út til øll hesi fólkaríku londini, sum fyri stóran part eru afturlatin fyri kristnari boðan.
Á filmsbrotinum fæst meira at vita um bønarvikuna, og á heimasíðuni http://sat7.org/week-of-prayer-2018 er tilfar um bønarvikuna og hvussu ein kann luttaka.