Børn fáa Barnasálmabókina

Hósdagin klokkan 11.00, Krists himmalsferðardag, verður barnagudstænasta í Vesturkirkjuni.

Dópsgávan, sum er dópsbókaklubbin hjá fólkakirkjuni, gevur undir gudstænastuni børnum, ið eru doypt í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi í 2014, Barnasálmabókina í gávu.

Gentukórið í Meinigheitshúsinum luttekur við sangi.