Av ótta fyri ágangi torir Bretland ikki at geva Asia Bibi friðskjól

Kristna konan og mamman, Asia Bibi, sum fyri stuttum varð fríkend í hægsta rætti í Pakistan fyri allar ákærur um gudsspottan, eftir 8 ár á “deyðsgongdini”, er nú leyslatin og fjalir seg á einum ókendum staði í Pakistan saman við familju síni. Hóast tey eru í lívsvanda, so leingi tey ikki fáa friðskjól vestanfyri, er enn einki land, sum hevur bjóðað teimum friðskjól.

Eftir hægstarættaravgerðina kravdu vreiðar mannfjøldir í Pakistan deyða yvir Asia Bibi, og at enda varð pakistanska stjórnin trýst til eina avtalu, sum millum annað kann geva Asia Bibi forboð fyri at fara úr Pakistan.

The Guardian skrivar, at bretska uttanríkismálaráðið nú hevur váttað, at tey ikki vilja bjóða Asia Bibi friðskjól, tí tey eru bangin fyri álopum á starvsfólk síni á konsulátinum í Pakistan. Uttanríkismálaráðið verður tískil ákært fyri at lata friðskjólspolitikkin hjá stjórnini verða dikteraðan av eini pakistanskari mannfjøld. Blaðið endurgevur eisini ein høgan embætismann í uttanríkisráðnum fyri at finnast at leiðslu síni fyri hetta.

LES EISINI  Ringt at skilja Gud í hesum

Fleiri parlamentslimir í Bretlandi, millum annað fyrrverandi uttanríkisráðharrin Boris Johnson, hava heitt á stjórnina um geva Asia Bibi og familjuni friðskjól í Bretlandi. Maður Asia Bibi, Ashiq Masih, hevur heitt á Bretland, Kanada, Italia og USA um hjálp, men bretski hásendiharrin í Islamabad skal hava sagt, at hann ikki er førur fyri at verja sítt starvsfólk, um Bretlandi veitir friðskjól. Ístaðin royna bretsk embætisfólk at fáa Kanada ella eitt annað land at bjóða Bibi friðskjól.

Wilson Chowdhry, formaður fyri British Pakistani Christian Association, sum millum annað arbeiðir fyri at verja kristna minnilutan í Pakistan, sigur, at hetta er ein søgulig yvirgeving frá bretska uttanríkismálaráðnum og innanríkismálaráðnum. Hann leggur afturat, at hetta sendir ein skeivan boðskap til víðgongdar muslimar, og at nógvir muslimar í Bretlandi eru líka vónbrotnir av hesi vánaligu avgerð sum onnur.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina