Bróðir Andreas 1928-2022 

Stovnarin av Open Doors, Bróðir Andreas, andaðist í heimi sínum í Hollandi 27. September, 94 ára gamal.

Hann fekk av røttum heitið “Smuglari Guds” vegna sínar mongu og djørvu ferðir inn um Jarntjaldið við bíblium og øðrum kristiligum tilfari. Hann byrjaði einsamallur, men arbeiðið mentist til tað, sum vit í dag kenna sum Open Doors. Open Doors stuðlar og hjálpir í dag forfylgdum kristnum í meiri enn 70 londum. Ein stórur partur av virkseminum fer fram í loyndum, eins og tá ið Bróðir Andreas byrjaði.

Bróðir Andreas varð føddur í 1928 í Witte í Hollandi og rætta navn hansara var Anne van der Bijl. Anne er vanligt dreingjanavn í Hollandi. Hann vaks upp í einum trúgvandi heimi, men hann vendi sær frá trúnni í ungdómsárunum. Sum ungur vaksin kom hann aftur til trúgv og ynskti at tæna Gudi. Hann fór á bíbliuskúla í Skotlandi, har hann m.a. lærdi at liva í áliti á Gud og altíð at seta góða dagliga tíð av til bøn. Álit á Gud og bøn gjørdust drívmegirnar í restina av lívi og tænastu hansara. Eftir bíbliuskúlan fór hann við einum ferðaliði til Pólands og sá, hvørjari andliga neyð, tey vóru í handan Jarntjaldið. Har fekk hann eyguni upp fyri, hvat Gud kallaði hann til, at fara við Guds orði og gleðiboðunum inn um tær dyrnar, sum tykjast afturlatnar. Tá ið hann kom við víðagitna Fólkavogns boblu síni og skuldi kannast av vaktarmonnum á markinum, bað hann: “Harri, í viðføri mínum havi eg Skriftina, sum eg havi við til børn tíni. Tá ið tú vartst her á jørð, fekst tú blind eyga at síggja. Nú biði eg: Ger síggjandi eygublind. Lat ikki vaktarmenninar síggja tey ting, tú ikki ynskir, teirskulu síggja.” Og Gud svaraði bønum hansara. 

LES EISINI  365 milliónir kristin eru fyri forfylging

Bróðir Andreas segði ofta: “Felagsskapurin kallast Open Doors tí vit trúgva, at allar dyr eru opnar, til allar tíðir og allastaðni.” Hann segði eisini við frímóði: “Eg trúgvi ítøkiliga, at allar dyr eru opnar til at fara inn ígjøgnum og boða Kristus, so leingi tú ert sinnaður at fara og ikki er bangin fyri um tú kemur aftur.”

Tá ið Jarntjaldið fall, vendi Bróðir Andreas sær til muslimska heimin. Hann var sannførdur um, at vøksurin hjá islam var størsta hóttanin ímóti kristna heiminum. Hann fór tí at ferðast mest í Miðeystri og Suðurasia. Hann møtti við frímóði nógvum muslimskum leiðarum og legði dent á frið og ikki hevnd. Hann segði, at um vit hava eina fíggindaímynd av einum politiskum ella átrúnarligum bólki, so kann Guds kærleiki ikki kalla okkum at gera nakað við tað. Hann vendi ofta ISLAM til eina stytting fyri “I Sincerely Love All Muslims” – umsett “Eg ærliga elski allar muslimar”

Hollenska drotningin Beatrix útnevndi hann til riddari í 1993, og seinni hevur hann fingið fleiri onnur tignarheiti. 

LES EISINI  Asta Poulsen til minnis

Mett verður, at hann ferðaðist 1,6 milliónir kilometrar gjøgnum 125 lond.

Bróðir Andreas var giftur við Corry í 59 ár. Hon doyði 23. Januar 2018. Tey fingu fimm børn.

Lívið hjá Bróðir Andreas var nakað heilt serstakt, men tá ið hann sjálvur skal siga tað, so snýr tað seg um at fylgja Gudi í lýdni. 

“Tað veruliga kallið,” hevur hann sagt, “er ikki til eitt serstakt stað ella starv, men gerandislýdni. Og tað kallið ljóðar til øll kristin og ikki bara nøkur útvald.”

Bróðir Andreas hevur ofta sagt: “Bíblian er full av vanligum menniskjum, ið fóru til ómøgulig støð og gjørdu undurfull ting, av tí einføldu orsøk at tey valdu at fylgja Jesusi.”

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina