Dómarar mæla iranskum kristnum til at avnokta sína trúgv

Tveir iranar hava í hesum mánaðinum sýtt fyri at avnokta sína trúgv og afturfyri verða sett í frælsi. Tey vórðu tí send aftur í fongslið í Teheran.

Saheb Fadaie og Fatemeh Bakhteri, sum bæði eru kristin, vórðu tann 15. januar spurd av dómarum sínum, um tey vildu avnokta sína trúgv, upplýsir Christian Solidarity Worldwide (CSW). Tað vildu tey ikki, og tey fingu síðani at vita, at tey kundu rokna við einum dómi í kærumáli sínum innan nakrar fáar dagar.

Fadaie og Bakhteri eru ákærd fyri at ”spjaða propaganda móti stjórnini”, sum eftir øllum at døma er at kjakast um kristnu trúarlæruna í eini húsmeinigheit. Evnini vóru “Krists himmalsferð og Bíbliunnar endaligi myndugleiki”. Men hetta varð tulkað sum álop á islam, upplýsir CSW. Fyri hetta fekk Fadaie 18 mánaðar fongsul og Bakhteri 22 mánaðir. Tey vórðu dømd longu í september, men kærdu dómin, og málið varð uppafturtikið tann 15. januar.

Tá var Fadaie longu í ferð við at sita ein 10 ára dóm fyri ”virksemi móti tjóðskaparligu trygdini” og fyri at ”promovera zionistiskan kristindóm” og at ”leiða húsmeinigheitir”, upplýsir World Watch Monitor. Fadaie var fongslaður í 2016 saman við trimum øðrum kristnum.

LES EISINI  Open Doors: Kina hevur stongt 10.000 kirkjur í 2023

Bretski felagsskapurin Christian Solidarity Worldwide arbeiðir fyri trúarfrælsi kring heimin.

 

Kelda: Udfordringen

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina