Doyptur í somu kirkju, sum hann gjørdi herverk á hálvt ár frammanundan

Ein heimleysur rúsevnamisnýtari, sum breyt inn í eina kirkju í Arkansas og oyðilegði innbúgv fyri 100.000 dollarar, varð doyptur í somu kirkju seks mánaðir seinni.

– Tað var Gud, sum syrgdi fyri, at eg kom til ta røttu kirkjuna, sigur Brenton Winn, sum nú er vorðin doyptur í tí kirkjuni, hann gjørdi herverk á hálvt ár frammanundan.

Bæði starvsfólk og meinigheitin í Central Baptist Church of Conway vóru samd um, at tey skulu vísa náði og hjálpa tí 23 ára gamla Brenton Winn.

Hann varð fongslaður í februar í ár, eftir at hann hevði brotið inn í kirkjuna og millum annað hevði oyðilagt ljóðskipanina og nakrar farteldur, umframt at hann hevði sett eld á í einum rúmi. Brenton Winn, sum tá var heimleysur og nógv ávirkaður av rúsevnum, fekk nógvar ákærur í rættinum og fór eftir øllum at døma at fáa fleiri ára fongsulsrevsing. Men so fekk presturin, Don Chandler, ein fund í lag við ákæran, skrivar Baptist Press. Don Chandler vildi hjálpa Brenton Winn.

LES EISINI  Neyð lærir fólk at biðja

Vísa náði í verki

– Tú kanst ikki prædika nakað í eini 50 ár uttan at vísa tað í verki, serliga tá tað fer fram fyri eygunum á allari kirkjuni hjá tær.

Um vit ikki høvdu víst honum náði, hevði alt, sum vit hava tosað um og mælt til, verið burturspilt.

Tað var heilt víst tað rætta at gera, segði Don Chandler við Baptist Press.

– Hesin maðurin var ikki nakar harðvunnin brotsmaður. Hann var ein ungur maður, sum hevði gjørt nøkur mistøk. Hann var ávirkaður av rúsevnum og rúsdrekka, tá hann gjørdi tað, hann gjørdi. Men hann kundi bjargast, segði Don Chandler.

Dómarin gav tí Brenton Winn valið millum upp til 20 ára fongsulsrevsing ella sjálvboðið at fara 12 mánaðir í eitt endurmenningarstarv hjá einum kristnum felagsskapi. Og Brenton Winn valdi tað seinna.

Gud valdi kirkjuna

Brenton Winn hevði, síðani hann var 14 ára gamal, tikið bæði metamfetamin og onnur rúsevni.

LES EISINI  Tríggjar fyrrverandi skøkjur doyptar

– Áðrenn eg visti av, var eg vorðin bundin at narkotika. Frá tí eg var 16 og til fyri tveimum mánaðum síðani, var lív mítt ikki annað enn ruðuleiki, sjálvmorðsroyndir og vónloysi, segði Brenton Winn.

Meðan hann var hjá kristna felagsskapinum Reneval Ranch, luttók Brenton Winn á bíbliuskeiðum – og tók ímóti Kristusi. Í august, seks mánaðir eftir brotsverk sítt, varð hann doyptur í Central Baptist Church, somu kirkjuni, sum hann hevði ætlað at oyðileggja.

– Nú tá eg byrji at skilja, hvussu Gud arbeiðir, síggi eg, at tað ikki var eg, sum valdi kirkjuna tað kvøldið. Tað var Gud, sum valdi meg.

Hevði tað verið ein onnur kirkja, hevði eg helst sitið í fongsli nú, segði Brenton Winn.

– Eg plagdi at hugsa, at tað var tilvildarligt, men nú síggi eg tað sum eina staðfesting av, at Gud er til og hoyrir bøn. Tað, sum fylti mest í mínum hjarta, var, at eg hevði brúk fyri at fáa samband við Jesus Kristus, greiddi Brenton Winn frá.

LES EISINI  Hvat er umvending?

 

Kelda: Udfordringen

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina