Dýri biðidagur

VÆNTA – OG VÁGA SO
– Dýri biðidagur minnur okkum á ta øgiligu megi, ið verður slept leys, tá vit saman biðja til Guds. William Carey hevur áður sagt: “Expect Great things from God. Attempt Great Things For God” Vænta stór ting frá Gudi – Vága stór ting fyri Gud.

Biðið, so skal tykkum verða givið; leitið, so skulu tit finna; bankið uppá, so skal verða latið upp fyri tykkum.
Matt.7,7

Tað er ikki bert tóm og innanholað orð.

Carey gjørdi nýtslu av bønini og vágaði tað mest ótrúliga fyri Gud. Hann gjørdi tað í væntan um, at fyri Gud var onki ógjørligt. hann umsetti millum annað partar av Bíbliuni til 42 tungumál, reisti eitt universitet, stovnaði 20 trúboðarastøðir, fekk avtikið einkjubrenning, stovnaði eitt stórt prentarí, botaniskur havi, o.sfr.
Men í roynd og veru var hann bert ein vanligur skómakari, ið vágaði stór ting fyri Gud … í væntan til ein stóran Gud.

At vága er nógv meira enn at skula gera. Nú eru vit farin útum skyldina og boðini um, at tú skalt gera. Nei, tað er nógv betri enn sum so. Tá vit vága hava vit trúnna við okkum. Vit vága nakað – í trúgv. Vit vita ikki um tað eydnast. Í roynd og veru er tað út yvir tað, vit vanliga megna at gera, men aktivt vænta vit tað frá okkara himmalska og góða Faðiri.

Tí at hvar sum tveir ella tríggir eru komnir saman í mínum navni, har eri eg mitt ímillum teirra.«
Matt.18,20

Tá vit í dag halda dýra biðidag, so eru mong kristin, ið møtast fyri at biðja saman og nógv er at rópa og biðja til himmals um í samfelag okkara. Og í kirkjuni. Tað er gott og tað fer at fáa avleiðingar.

Um tú ongan hevur at møtast við í dag, dýra biðidag, so finn onkran ella bið fyri tær sjálvum og minst til og lít á lyfti Guds.
Bið í væntan um, at Gud fegin vil hoyra teg vegna Jesus. At hann fegin vil gera tað, tú ynskir. Men hann bíðar eftir, at tú biður hann um tað í áliti.

Og vága so. Ger tað, tú kanst. Far út í trúgv.
Og greið so frá, hvat hendi.
Udfordringen: Henri Nissen

BÍBLIUTEKSTUR TIL DÝRA BIÐIDAG
Biðið, so skal tykkum verða givið; leitið, so skulu tit finna; bankið uppá, so skal verða latið upp fyri tykkum. v8  Tí at hvør tann, ið biður, hann fær, og tann, ið leitar, hann finnur, og tí, ið bankar uppá, skal verða latið upp fyri. v9  Ella hvør er tann maður tykkara millum, sum vil geva syni sínum ein stein, tá ið hann biður um breyð? v10  Ella man hann vilja geva honum ein orm, tá ið hann biður um ein fisk? v11  Um tá tit, ið ónd eru, vita at geva børnum tykkara góðar gávur, hvør mikið meira skal tá faðir tykkara, sum er í himlunum, geva teimum góðar gávur, ið biðja hann! v12  Alt tað, sum tit tí vilja, at menn skulu gera móti tykkum, tað skulu tit eisini gera móti teimum; tí at hetta er lógin og profetarnir. Vegurin til lívs v13  Gangið inn um hitt tronga portrið; tí at vítt er portrið, og breiður er vegurin, ið førir til undirgangs, og mong eru tey, ið ganga inn um tað; v14  tí at trongt er portrið, og mjáur er vegurin, ið førir til lívs, og fá eru tey, ið finna hann.
Matt. 7,7-14




Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina