Eg avnokti djevulin

Leygardagarnar í summar gjøgnumgongur Trúboðin sokallaðu ápostólsku trúarjáttanina, sum við fáum, men vælvaldum orðum samanfatar, hvat Bíblian sigur um Gud. Steðgað verður stutt við hvønn einstakan lið í játtanini. Men áðrenn farið verður undir sjálva trúarjáttanina, verður fyrst steðgað stutt við avnoktanina. Greinarøðin varð prentað í blaðnum í 2012. 

“Eg avnokti djevulin og allar gerningar hans og allan atburð hans”.

Hví avnokta?

Avnoktanin er í grundini ikki partur av trúarjáttanini, men verður í Fólkakirkjuni nýtt saman við trúarjáttanini, bæði tá trúgvin verður játtað undir gudstænastuni og beint fyri dóp. Avnoktanin er upprunaliga ein leivd frá fornkirkjuni, tá tey róku út illar andar, áðrenn ein persónur varð doyptur.

At avnokta er at nokta at hava nakað við tann ella tað at gera, sum vit avnokta. Vit avnokta djevulin og alt, sum hoyrir honum til. Tí ein óloysandi partur av kristnu trúnni er, at djevulin er ein livandi veruleiki, sum vit mugu taka í álvara.

Vit trúgva ikki á djevulin, men at hann er til.

Nútíðarmenniskjað hevur ilt við at trúgva, at tað ónda er ein persónlig megi, men má av royndum tó ásanna, at tað ónda onkursvegna er til.

LES EISINI  Jesus er Gud

Djevulin má takast í álvara

Trúgvin, at djevulin er til, byggir á haldbara grund. Fyrst og fremst lærir Bíblian hetta greitt. Longu í skapanarsøguni verður ormurin í urtagarðinum nevndur, og eingin ivi er um, hvør býr aftanfyri. Bíbilsku persónarnir upplivdu, at djevulin freistaði og legði skaðiligar ætlanir. Ikki minst Jesus sjálvur upplivdi heilt ítøkiliga djevulsins freistingar og snerrur (Matt 4), eins og hann lærdi greitt um djevulin (Matt 13,39; Luk 8,12; Jóh 8,44).

Í øðrum lagi kenna mong kristin megina í freistingum og mugu hvønn dag ásanna, at vit gera tað, sum vit ikki vilja (Róm 7).

Í triðja lagi er alt tað ónda í heiminum eisini tekin um eina ónda megi aftanfyri.

Nógvur óndskapur er so óndur, at aðrar frágreiðingar geva ikki nóg góða meining.

Hvussu er djevulin?

Djevulin er óndur, vil tað illa og tolir ikki, at tað, sum Gud hevur skapað, hevur tað gott (1 Mós 3,1-7). Djevulin er lygnari, ja, upprunin til lygnina (Jóh 8,44). Hann kann nýta partar av sannleikanum til egið gagn, kann enntá endurgeva Guds orð, men sannleikan í sjálvum sær hatar hann. Djevulin er drápsmaður (Jóh 8,44). Hann vil oyða tað góða, sum Gud hevur skapað, í øvundsjúku inn á Guds æru og vald.

LES EISINI  Tá skalt tú vera frelstur

Eisini er djevulin snildur og tølir okkum lættliga (1 Mós 3,1). Hann kann bæði fáa okkum at undirmeta seg og yvirmeta seg. Viðhvørt sníkir hann seg framá okkum, aðrar tíðir ræðir hann okkum (1 Pæt 5,8). Harumframt er djevulin ógvuliga sterkur. Hann er høvdingi í hesum heimi (Jóh 14,30) og valdar herliðunum í luftini (Ef 2,2). Júst tí avnokta vit djevulin, heldur enn at kjakast við hann.

Gud er sterkari!

Men kristna trúgvin er, at djevulin er ein dømd megi, sum bara bíðar eftir, at ævigi deyðadómurin verður útintur. “Tann, sum ger synd, er av djevlinum; tí at djevulin hevur syndað frá upphavi. Til tess varð Guds sonur opinberaður, at hann skuldi bróta niður djevulsins verk” (1 Jóh 3,8). Við sínum lívi, deyða og uppreisn vann Jesus á djevlinum og hansara valdi á menniskjum, sum er syndin og deyðin. Hesin sigur er endaligur og longu nú veruleiki! Men fullu ágóðarnar av sigrinum fáa vit, tá Jesus kemur aftur og gevur djevlinum banahøggið.

Tí skulu vit ikki óttast djevulin. Eru vit í Guds tryggu ørmum og halda okkum tætt til hansara, kann djevulin ikki skala okkum.

Vit skulu heldur óttast Gud, sigur Jesus: “Óttist ikki fyri teimum, ið sláa likamið í hel, men ikki kunnu sláa sálina í hel; men óttist heldur fyri honum, ið kann týna bæði sál og likam í helviti.” Hetta er Gud; tann sami, sum hevur umsorgan fyri hvørjum einasta menniskja og hevur talt øll hárini á høvdi okkara (Matt 10,28-31).

LES EISINI  Neyðugt at seta orð á trúnna

Vit taka djevulin í álvara og avnokta hann og gerningar og atburð hansara. Men ótta skulu vit einans hava fyri Gudi; sunnan gudsótta og ærufrykt. Fyri honum ið hevur skapað okkum, frelst okkum og tekur okkum at sær og verjir okkum.

Vit enda við útleggingini í “Dagførd Katekismus” (Heimamissiónsforlagið 2010): “Jesus Kristus hevur sigrað á djevlinum. Tí sigi eg nei til djevulin og alt tað, sum kemur frá honum, hvussu tað so møtir mær.”

 

Næsta leygardag verður farið undir fyrsta lið í trúarjáttanini.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina