Eg fari bæði rørd og spent til arbeiðis hvønn morgun

Í 10 ár og fram til 8. desember 2022, var hon løgtingskvinna. Men, hvat skuldi hon gera, tá hon ikki var vald aftur í Løgtingið? Dreymarnir og ynskini fóru í fleiri ættir, men tá samanumkom, gjørdist hon aðalskrivari í tí hjálparfelagsskapi, ið varð stovnaður í Sveits í 1877, og sum byrjaði sítt skipaða arbeiðið í Føroyum 18. november 1904.

-Tá eg ikki var afturvald í Løgtingið, fór eg sjálvsagt at hugsa um og hyggja eftir øðrum arbeiði. Eg sá eisini, at um somu tíð søkti Blái Krossur Føroya(BK) eftir nýggjum aðalskrivara.
Eg havi ongantíð nýtt rúsdrekka og verið limur í BK alt mítt vaksna lív, samstundis sum eg havi verið upptikin av hjálpararbeiðinum hjá BK, so hví ikki søkja starvið? Søkti eg, ja, so var eg ein av umsøkjarunum. Tað sigur Edva Jacobsen, sum síðani 1. mars hevur verið aðalskrivari í Bláa Krossi Føroya.

-Eg fekk arbeiðið, sum eg fegnist um. Nú eru fimm mánaðir farnir og eg má siga, at arbeiðið er bæði áhugavert og fylt av meining. Hetta er ikki eitt 08 – 16.00 arbeiði, men meiri eitt 24/7 arbeiði. Fyrstu tíðina havi eg nýtt til at seta meg inn í tað stóra og fjølbroytta arbeiðið, sum BK ger, áðrenn eg hugsi nógv og stórt um, hvussu framtíðin hjá BK skal skipast, sigur hon.

LES EISINI  Jesus hevur verið trúgvur – eisini í mótgongdini, sigur 100 ára gamla Lena Joensen

-Eg fari bæði rørd og spent til arbeiðis hvønn morgun, vitandi, at vit hava umleið 400 sjálvboðin um landið, sum nýta tíð, orku og pening fyri at hava teir 7 endurnýtsluhandlarnar opnar. Sølan av klæðum og øðrum, geva eitt gott og týðandi ískoyti til raksturin av BK. Harafturat koma tey umleið 30 løntu og dugnaligu starvsfólkini, sum gera eitt gott arbeiði, sigur Edva.

Tá spurt verður, um hon hevur eitt hjartamál, svarar hon:
-Eg havi ymisk hjartamál og kann tosa um stór tøl, men at fáa hjálpt tí einstaka, sum tørvar hjálp her og nú, er eitt av høvuðsmálunum. Her royna allar arbeiðsgreinarnar hjá BK at gera sítt fyri at verja og hjálpa. Tí arbeiðir BK bæði við upplýsing, fyribyrging, viðgerð og at hjálpa fólki út aftur í lívið, eftir at hava fingið hjálp frá BK, sigur hon.

-Vit skulu arbeiða meiri við upplýsing og fyribyrging, so fólk ikki koma út í misnýtslu. Samstundis skulu vit hjálpa teimum, sum eru bundin av rúsdrekka og rúsevnum.
Komandi árini kemur BK óivað at nýta meiri tíð, orku og pening til upplýsing og fyribirging, tí tað er altíð betri og lættari at fyribyrgja enn at viðgera – hóast bæði skulu gerast, sigur Edva.

LES EISINI  Samrøða og Q&A við John Lennox í kvøld

-Eg vóni, arbeiði fyri og biði um, at tað verður eitt broytt rák í framtíðini, soleiðis, at tá ung, og eldri við, koma saman, at rúsdrekka ikki verður ein sjálvsagdur partur av løtuni. Samstundis vóni eg, at tá ítróttarfeløg, kommunur, skúlar og onnur, sum skipa fyri tiltøkum, ikki hava rúsdrekka við, tá ungdómar savnast, sigur Edva.

-BK er eisini noyddur til at taka meiri hond um alla familjuna, har rúsdrekka er ein trupulleiki.
Tí bløðir ein í familjuni, so bløða øll. Ein partur av arbeiðinum hjá BK er at hava hjálparbólkar fyri børn og ung um landið, sum líða undir einum umhvørvi, ið er merkt av rúsdrekka. Fyri einum ári síðani vóru 7 bólkar; nú eru 13, og tað er bíðilisti, sigur hon.

Uppá fyrispurning um BK kann gerast arbeiðsleysur í framtíðini, svarar Edva:
-Tíverri kemur neyvan tann dagur. Tí er neyðugt við fyribyrging, upplýsing og ymiskum hjálpartiltøkum, so færri og færri gerast bundin av rúsdrekka. Vónandi koma eisini fleiri og fleiri vaksin at taka ábyrgd fyri, at ungdómar ikki nýta rúsdrekka. Har verður longu nú eitt gott arbeiði gjørt, sum væl kann styrkjast. Almennu Føroyar hjálpa eisini fíggjarliga, og takk skulu tey hava fyri tað, sigur Edva Jacobsen, aðalskrivari, hjá Bláa Krossi.

LES EISINI  Samrøðan við Jesus skapti tryggleika – sjálvt í ódnarveðrið 
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina